Í gjár var seinasti steypafinaludagur í flogbólti í Høllini á Hálsi, har seinastu seks dystirnir skuldu spælast.
SÍ og Fleyr hittust í fimm av dystunum, har SÍ vann allar uttan ein.
Úrslitini gjørdust hesi:
D 12: TB a – TB b, 2 – 0 (25 – 12 og 25 – 11)
Hóast TB ikki enn hevur gjørt nógv um seg á dreingjasíðuni, so vóru tað tvey TB lið, sum vóru í finaluni í dreingir 12 – so framtíðin sær bjørt út. Tað gjørdist TB a, sum vann dystin 2 – 0.
Aftast frá vinstru: Marina Popovic, venjari, Ólavur Hammer, Hans Jacob Gaard Petersen, Gabriel Popovic Johannesen, Símun Øster, Helena Hammer, venjari.
Fremst frá vinstru: Filip Simonsen, venjari, Markus Birgissonur Berg, Harry Jacobsson Øster, Brandur Olsen.
Bestu leikarar vóru Hans Jacob Gaard Petersen, TB a, og Markus Birgissonur Berg, TB b.
Hans Jacob Gaard Petersen og Markus Birgissonur Berg
D 17: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 20 og 25 – 22)
Enn ein steypasigur til Sørvágs – hesuferð vóru tað dreingir 17 hjá SÍ, sum vunnu á havnadreingjunum.
Hóast at Fleyr førdi móti endanum á øðrum setti, so vísti SÍ enn einaferð, at sørvingar hava nakað serligt, tá dystirnir skulu avgerðast, og teir togaðu seg spakuliga framum til ein 2-0 sigur.
Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, Róar í Haraldstovu, Tóki í Haraldstovu, Elias Ellingsgard Petersen, Hjarni Joensen, Atli Falkvard.
Fremst frá vinstru: Einar Thorgrimson, Silas Poulsen, Róar Anderson.
Bestu leikarar vóru Bjarni Joensen, SÍ, og Mattias Nolsøe Isaksen, Fleyr.
Bjarni Joensen og Mattias Nolsøe Isaksen
G 14: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 14 og 25 – 20)
Eisini í gentum 14 fór sigurin til Sørvágs eftir ein 2 – 0 sigur á Fleyr. Fleyr var frammanfyri í báðum settunum, men eins og í fleiri øðrum dystum, so var tað SÍ sum var fremst, tá settini skuldu avgerðast.
Aftast frá vinstru: Elin Hovgaard, Andrea Petrovic, Julia Kuvshinova, Rikka Joensen, Súsanna Maria Magnusen, Inga Helena Henriksen, venjari,
Fremst frá vinstru: Sofía Edvinsdóttir, Sára Kambskarð, Lisa Haraldsen.
Bestu leikarar vóru Elin Hovgaard, SÍ, og Sára Gøthe Magnusdóttir, Fleyr.
Elin Hovgaard og Sára Gøthe Magnusdóttir
G 16: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 21 og 25 – 23)
Eftir ein javnan og spennandi dyst hjá gentum 16, var tað enn einferð SÍ, sum var omaná, tá dysturin endaði.
Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Tanja Falkvard, Sofía Weihe Simonsen, Anja Sólja Niclasen, Tóta Búadóttir, Laura Skov Weihe, Hans Simonsen, venjari.
Fremst frá vinstru: Fríða Haraldsen, Rannveig Rós Joensen, Bára Jansdóttir.
Bestu leikarar vóru Bára Jansdóttir, SÍ, og Ronja Garðarsdóttir Justinussen, Fleyr.
Bára Jansdóttir og Ronja Garðarsdóttir Justinussen
KU: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 21 og 25 – 23)
Eisini steypasigurin hjá kvinnuunglingunum fór til Sørvágs, men gongdin var partvís sum við fleiri av hinum finalunum – SÍ var altíð omaná við endan, hóast at tað gekk javnt á.
Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Inga Helena Henriksen, Katla Henriksen, Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Janna Falkvard.
Fremst frá vinstru: Eva Gunn Niclasen, Sólfríð Højgaard Poulsen, Katrina Josefina Eliasdóttir, Hallgerð Tonysdóttir Haraldsen.
Bestu leikarar vóru Janna Falkvard, SÍ, og Vár Rajani Færø, Fleyr.
Janna Falkvard og Vár Rajani Færø
MU: SÍ – Fleyr, 0 – 2 (15 – 25 og 23 – 25)
Seinasta finalan í gjár var millum mansunglingarnar hjá SÍ og Fleyr. Eftir at SÍ hevði vunnið fimm finalur á Fleyr hetta vikuskiftið, var hesin dysturin seinasta skotið í byrsuni.
Og tað eydnaðist.
Fleyr vann trygt 1. sett 25-15, men 2. settið gjørdist sera spennandi og javnt. Tað leikaði hart á, men endin var, at mansunglingarnir hjá Fleyr vunnu seinna settið 25-23 og harvið gullkrúnurnar.
Aftast frá vinstru: Dan Eyðun Karbeck Saxov, Tórur Paulason, Tórður Gunnarsson Højsted, Niclas Samuelsen. Eyðfinn Rajani Færø, Mattias Nolsøe Isaksen.
Fremst frá vinstru: Jónfinnur Jógvansson Hansen, Hans Sejer Tummasarson, Dávið Hentze, Hákun Weihe Heinason.
Bestu leikarar vóru Julian Vest Niclasen, SÍ, og Dávið Hentze, Fleyr.
Julian Vest Niclasen og Dávið Hentze
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald