Oyggjaleikir 2019

Fløtt brøðurnir trygt í finaluni

Skutu best í innleiðandi umførunum og tryggjaðu báðir finalupláss í skeet - Finn Ludvig er eisini í finaluni í trap.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-11 13:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brøðurnir Tórur og Jóhann Fløtt skjóta væl á skeet-breytini á norðurstrondini á Gurensey í dag.

Í dag er opympic skeet fyri einstaklingar á skránni. Í gjár vóru skotnar tríggjar rundur og fyrrapartin tvær.

Og brøðurnir av Eiði skutu heilt væl í dag. Eftir tær seks innleiðandi umførini vóru brøðurinr nummar eitt og tvey. Tórur við 113 dúgvum og Jóhann við 105. Triði maður fekk hundrað.

Tað er soleiðis at eftir tær fyrstu fimm rundurnar, sleppa teir bestu seks skjúttarnir víðari í finaluumfarið, sum verður seinnapartin.

Tað serliga við finaluumfarinum í skjóting er tann, at støðan verður nullstillað, so føroysku brøðurnir hava ikki nakran stórvegis fyrimun. Í finalunum verður tann ringasti skjúttin koyrdur út fyri hvørt umfar, til bara tveir skjúttar eru eftir.

Finn Ludvig (helst) eisini í finaluni

Í trap hevur tað ikki gingið eins væl. Finn Ludvig fekk hundrað dúgvur eftir fimm umfør og eitt gott fimta umfar, har hann rakti 23 av 25 dúgvum. Í skrivandi stund er eitt sindur óvist um hann klárar eitt finalupláss, men 100 átti at verið nóg mikið til eitt sætta pláss, og møguleikin fyri at hann ikki fær eitt finalupláss er í løtuni einans teoretiskur.

Hin føroyski luttakarin í trap er Jón Hjørleifsson Jacobsen. Hann oyðilegði sínar møguleikar, tá hann einans rakti 15 dúgvur í triðja umfari í gjár. Hann endaði á 92 dúgvum, og harvið er hann liðugur í hesi kappingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder