Fótbóltur

FM er uppá spæl í Eysturoynni

NSÍ og Víkingur stríðast um seinasta evropeiska plássið og bæði hava truplar uppgávur. Triðseinasta umfar í Betrideildini er á skránni seinnapartin og út á kvøldið.

KÍ vitjar í Norðragøtu og skal royna at koppa Víkingi, eins og gjørt varð á Summarfestivalinum. Hjá heimaliðnum er fokus á Evropa (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ vitjar í Norðragøtu og skal royna at koppa Víkingi, eins og gjørt varð á Summarfestivalinum. Hjá heimaliðnum er fokus á Evropa (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-05 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allir dystirnir í 25. umfari verða leiktir í dag. Tað er heilt fitt av vindi kring landið, og nakað av iva hevur verið sáddur um, allir dystirnir verða gjøgnumførdir. Sum tað sær út nú verður eingin útseting, og FSF hevur staðfest, at dómararnir skulu í so fall taka avgerð um hetta til einstøku dystirnar.

Betrideildin, 25. umfar
5. oktober

15.00: Skála - TB

16.00: HB - NSÍ

16.30: ÍF - AB 
           EB/Streymur - B36

17.00: Víkingur - KÍ 

Støðan í Betri deildini:
1. KÍ (57 stig) 
2. B36 (57 stig) 
3. NSÍ (51 stig) 
4. Víkingur (48 stig) 
5. HB (45 stig) 
6. Skála (28 stig) 
7. TB (19 stig) 
8. EB/Streymur (18 stig)
9. AB (15 stig) 
10. ÍF (6 stig) 

Tað er nógv uppá spæl í dag - tó ikki í tí allarfyrsta dystinum á Skála. Í Fuglafirði er tað seinasta útkall hjá ÍF, um liðið skal hava nakra sum helst vón at røkka 9. plássinum. Til hetta krevst ein sigur í dag á AB, ið er einasta liðið, sum ÍF kann fáa fatur á, og at fuglfirðingar síðani vinna tveir teir seinastu dystirnar, meðan argjamenn tapa sínar. Annars er vónin hjá ÍF, at 07 Vestur ikki flytir upp, og í løtuni sær tað ógvuliga tungt hjá vágamonnum.

[object Object]
AB hevur vunnið báðar dystirnar móti ÍF í ár - báðir hava verið á Argjum 

Í Gundadali kann HB vinna seg nærri bronsuni, men nú Løgmanssteypið og evropeiska plássið er komið í hús, er á pappírinum ikki nógv meira enn 3. plássið at spæla fyri. Hinvegin skal NSÍ royna at halda fast í 3. plássinum. Eftir at Vìkingur vann fult uppiborið 2-0 við Løkin í seinasta umfari reyk meistaravónin hjá NSÍ, og runavíkingar kunnu missa alt á gólvið seinastu umførini. 

[object Object]
NSÍ og HB hava spælt tveir 1-1 javnleikir móti hvørjum øðrum í Betrideildini í ár

Víkingur rennur framvegis aftaná, og málúrtøkan er væl verri enn hjá NSÍ. Í kvøld kemur ein av FM-biðlunum á vitjan, og lagt er upp til eitt brak í Sarpugerði, har alt er uppá spæl. KÍ hevur hini liðini í topp-fýra eftir á skránni, og skal av álvara prógvað sína styrki um fyrsta føroyameistaraheitið í 20 ár skal koma í hús. Teir ljósabláu forðaði teimum myrkabláu í at vinna FM í 2016 og 2017 og eru helst ógvuliga svangir eftir at vinna seg í Evropa aftur.

[object Object]
Jákup B. Andreasen er, eins og Deni Pavlovic, tøkur aftur fyri KÍ eftir leikbann, nú Víkingur er á skránni. Liðini spældu 2-2 javnleik í Sarpugerði fyrr í ár - á Summarfestivalinum vann KÍ 2-0l

B36 skal greiða sína skyldu á Eiði. Men hóast EB/Streymur einki hevur at spæla fyri, so vísti liðið móti steypavinnarunum fyri tíggju døgum síðani, at kappingarárið als ikki er liðugt. Hetta prógvaði EB/Streymur aftur í Trongisvági seinasta vikuskifti og kemur inn til dystin við trimum sigrum á tað. Sunnudagin megnaði B36 í evstu løtu at tryggja sær javnleik móti grannunum úr HB, og FM-stríðið við KÍ er so at siga púra javnt. Hesin snávingarsteinurin í Hólmanum skal árstalsfelagið snúgva seg útum. 

Vit fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara. Eftir dystirnar taka vit samanum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder