Í morgin verður FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn. Kappast verður um FM heitið fyri bæði einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær.
66 íðkarar eru meldaðir til FM, 35 á mannfólkasíðuni og 31 á kvinnusíðuni. Iðkararnir eru frá Havnar fimleikafelag, Støkk, Ljósinum og Flog.
Skráin leygardagin:
Klokkan 10 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.
Klokkan 14 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.
Kappast verður í øllum amboðunum. Á kvinnusíðuni verður kappast í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi. Á mannfólkasíðuni verður kappast í ringum, beinsveiggi, lopi, paralellari barr, reck og á gólvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald