Annað

FM í fjallasúkkling verður sunnudagin

Kappingin byrjar kl. 13 og verður hildin í økinum kring Eirargarð – Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi, tá koyrt verður í rundkoyringini út á Argir.

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-10-24 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fjallasúkklukappingin um FM heitið í kriterium (XCC) verður sunnudagin 25. oktober kl 13 í Havn. Tað er Fjallasúkklufelagið, ið skipar fyri.

Tórshavnar kommuna heitir í hesum sambandi á bilførarar um at vísa varsemi – serliga tá koyrt verður í rundkoyringini út á Argir – meðan kappingin fer fram sunnudagin frá klokkan 13.

Kappingin, ið byrjar klokkan 13, verður hildin í økinum kring Eirargarð og mál og startur verður við dampvaskaríið. Súkklað verður í 30-45 minuttir. Rutan er ein kilometur.

Sersambandið fyri súkkling og triatlon skrivar soleiðis um kappingina:

XCC stendur fyri kross country criterium og kappast verður á einari stuttari rutu í 30 min. og umfarið liðugt. Tað vil siga, at tá ið 30 min. eru farnir, verður ikki farið út á nýtt umfar aftur.

Kappingin er skipað eftir UCI/DCU reglum og bólkum. Allir bólkar súkkla í 30 min.

Menn og Kvinnur er opin bólkur, og øll, ið súkkla tann teinin, luttaka í opna bólkinum umframt tí bólkinum tey vegna aldur eru bólkað í. Úrslit í aldursbólkum verða avgjørd eftir tí støðu, sum er eftir fyriskrivaða longd fyri bólkin, hóast ein súkklari súkklar longri fyri at luttaka í opnum bólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder