Komandi vikuskifti, leygardagin 20. mars, verður almenn føroyameistarakapping í olympiskari verktlyfting aftur á skránni.
Tað er Styrkifelag Føroya, felag undir Styrkisambandi Føroya, sum skipar kappingina.
Hetta er aðru ferð, at skipað fyrður fyri FM í olympiskari vektlyfting. Fyrsta FM var í fjør.
Olympisk Vektlyfting, sum tað liggur í navninum, er ein olympiskur ítrottur. Hann snýr seg um vektlyfting í greinunum ”Snatch” (Trekk) og ”Clean and Jerk” (vend og stoyt).
Hesin ítrottur gjørdist partur av OL í 1920, og er sostatt ein ítrottur við langari søgu. Við nýstovnaða sambandinum og ítrottarfelagnum Styrkifelag Føroya, hevur hann veruliga tikið dik á seg her á oyggjunum. Olympisk Vektlyfting hevur kropsliga styrki, fimi og ítrottaranda sum hornasteinar.
Kappast verður eftir IWF (International Weightlifting Federation) mannagongdum/reglum.
Kappast verður eftir Sinclair háttinum. Sinclair hátturin javnstillar luttakararnir yvirfyri kropsvekt. T.v.s. ein lættur lyftari kann tískil vinna á einum tyngri lyftara, hóast tann tyngri lyftir meira.
Hóast kappast verður eftir Sinclair háttinum, so er møguleiki at seta almenn føroysk met í vektklassunum hjá IWF (International Weightlifting Federation).
Styrkifelag Føroya er í samstarvi við danska landsliðsvenjarin í Olympiskari Vektlyfting, Frank Petersen, og hann er við at skipa kappingina, boðar Styrkifelag Føroya frá.
Kappingin er skipað undir ÍSF, og sostatt eru reglur, sum vit kenna frá almennu ítróttini, galdandi.
Kappingin leygardagin verður í hølunum hjá Tvørmegi í Magnus Heinasonar Gøtu 28 í Havn. Innviging verður frá klokkan 12 til 13, og sjálv kappingin byrjar klokkan 14.
Fyri at luttaka í kappingini krevst, at ein er limur í Styrkifelag Føroya ella øðrum ítróttafelagi undir ÍSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald