Annað

FM-vinnararnir á 12 metrum funnir

Compound-finalan hjá dreingjunum var óguvliga tøtt og spennandi, og bæði hjá gentunum við barboga og recurve-dreingjunum vóru óvæntað úrslit.

2024-03-04 14:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tilsamans níggju skjúttar býttir á bólkarnar gentur barbogi, dreingir recurve og dreingir compound høvdu teknað seg til innandura FM-kappingina á 12 metrum í ár. Kappingin var í høllini hjá Vágaskoti í Miðvági leygardagin, og tó at skjúttarnir ikki vóru so nógvir í tali, bleiv talan um eina góða og spennandi kapping.

Jøvn compound-kapping
Serliga hjá compound-dreingjunum var spenningur í frá byrjan til enda. Tað vóru teir tríggir Dávid Højgaard, Narvi Jensen og Jónas Poulsen, allir úr Ørvi, sum kappaðust, og samanumtikið hava teir ongantíð í vetur verið javnari enn tað sama í avrikum.

Narvi vann innleiðandi kappingina, Jónas bleiv nummar tvey og Dávid nummar trý.
Semifinalan millum Jónas og Dávid bleiv avbera spennandi. Tvey tey fyrstu umførini endaðu jøvn, tað triðja vann Dávid 28 – 27, síðan var aftur eitt javnt umfar, áðrenn tað fimta eisini koppaði rætta vegin hjá Dávidi. Hann vann umfarið 27 – 26, og tískil vann hann eisini samanlagt.

Í teimum seinastu kappingunum hava duellirnar ímillum Dávid og Narva verið ógvuliga javnar. Tað gav at bíta í Grand Prix-kappingini í Vági 24. februar, tá tvey shoot-off-umfør skuldu til fyri at fáa eina avgerð í finaluni.

FM-finalan ímillum teir báðar leygardagin bleiv eisini ein gysari. Narvi vann fyrsta umfarið 29 – 28, síðan vann Dávid tvær ferðir 28 – 26, og tey bæði seinastu umførini endaðu jøvn. Sostatt vann Dávid FM-gullið.

Vent í holuni
Fýra gentur høvdu teknað seg at kappast um FM við barboga, Marta B. Poulsen úr Ørvi, Eva Kjærbo úr Team SuðurSkot, og tær báðar Sólvá Reynskor og Natalia Mary á Høgabóli úr Vágaskoti.

Marta hevur verið í einum flokki fyri seg í vetur. Á næstu plássunum hevur Sólvá síðan havt munin á liðfelaganum Nataliu, men hjá teimum báðum var vent í holuni leygardagin.

Natalia hevði ein heldur keðiligan dag í kappingarhøpi í Vági, tí kuldin og so tað, at ov smá andlit blivu brúkt at skjóta eftir, kom serstakliga illa við hjá henni. Men kanska hevur viljin til uppreisn bara gjørt hana tað meira beinrakna, nú tað galt FM. Í hvussu er lá stak væl fyri hjá henni leygardagin. Sólvá var ikki við í Vági, men hevði hinvegin ikki sín besta dag leygardagin.

Marta vann innleiðandi kappingina, Natalia bleiv nummar tvey, væl framman fyri Sólvá á triðjaplássi, og Eva nummar fýra.

Natalia vann eisini hálvfinaluna ímóti Sólvá sannførandi 6 – 2.

Hin hálvfinalan var ímillum Martu og Evu. Eva hevur bert verið við í tveimum Grand Prix-kappingum í vetur – tí allarfyrstu, sum var í Havn, og í Vági 24. februar. Hon hevur tískil ikki so nógva kappingarvenjing í vetur, men kortini gav hon Martu virðiliga mótstøðu og vann eisini eitt umfar. Marta vann sostatt hálvfinaluna 6 – 2.
Í FM finaluni gjørdi hon tó bart og vann 6 – 0 á Nataliu. FM-bronsan fór til Sólvá, sum vann bronsufinaluna 6 – 2 ímóti Evu.

Aftur gull til Jón Sjúrð
Brandur Tummasson Hansen, Tambar, og Jón Sjúrður Jóhansson, Vágaskot, vóru einsamallir at kappast um FM í recurve hjá dreingjunum, og um metast skuldi um útlitini við støði í Grand Prix-kappingini í vetur, var ongin ivi um, at Brandur var favorittur.

Jón Sjúrður vildi tað tó øðrvísi – eins og hann gjørdi, seinast teir báðir brustu saman. Tað var í kappingini á 15 metrum í Søldarfirði 27. januar, tá finalan ímillum teir báðar endaði javnt, og Jón Sjúrður síðan vann shoot-off-duellina. Aftaná segði hann, at tað var fyrstu ferð, at hann hevði vunnið nakað annað enn bronsu.

Men leygardagin var Jón Sjúrður oman á allan vegin. Hann vann innleiðandi kappingina rættiliga trygt og finaluna um FM-gullið 7 – 3.

Úrslitini í FM-kappingini á 12 metrum:

Gentur barbogi
Innleiðandi:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 192+186 = 378.
Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot), 143+117 = 260.
Sólvá Reynskor (Vágaskot), 108+108 = 216.
Eva Kjærbo (Team SuðurSkot), 77+116 = 193.
Hálvfinalur:
Marta – Eva, 6 – 2.
Natalia – Sólvá, 6 – 2.
Bronsufinala:
Sólvá – Eva, 6 – 2.
FM-finala:
Marta – Natalia, 6 – 0.

Dreingir recurve
Innleiðandi:
Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 202+186 = 388.
Brandur Tummasson Hansen (Tambar), 169+175 = 344.
FM-finala:
Jón Sjúrður – Brandur, 7 – 3.

Dreingir compound
Innleiðandi:
Narvi Jensen (Ørvur), 278+276 = 554.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 274+274 = 548.
Dávid Højgaard (Ørvur), 271+274 = 545.
Hálvfinala:
Dávid – Jónas, 138 – 136.
FM-finala:
Dávid – Narvi, 139 – 136.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder