Hondbóltur

FM1 klokkan 11: Fara at taka saman um fantastiska føroyska dystin

Fyrst fara Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri, og Tormóður Djurhuus at viðgerða sigurin á Montenegro og hyggja fram móti Slovenia. Síðani koma fleiri spælarar framvið mikrofonunum.

Mark Lausen-Marcher (t.v) saman við Paula Jacobsen, dagsins spælara í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mark Lausen-Marcher (t.v) saman við Paula Jacobsen, dagsins spælara í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-19 06:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Hvussu kann man best taka samanum stutt eftir eitt stórt og søguligt føroyskt ítróttaravrik - og tá ein annar lykladystur liggur og lúrir um eitt stórt samdøgur?

Sí eisini: 
Stórur og søguligur sigur í Oslo
Føroyar kunnu spæla seg víðari móti Slovenia týskvøldið
Óli Mittún: - Stórt og torført at seta orð á - men vit royna (Video)

Vit fara í øllum førum at gera eina roynd seint fyrrapartin. FM1 og Portalurin vera til staðar á spælarahotellinum, tá føroysku umboðini eru tøk til samrøður. 

FM1 í Oslo verður millum 11-12 á Fm1.fo og á vanligu frekvensunum.
Skráin er hendan:

11.00-1130: Samanumtøka og upptakt til Slovenia við Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóra, og Tomóði Djurhuus, viðmerkjara. 

11.30 -11.55: Prát við fleiri føroyskar spælarar - millum annað Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spældi ein frálíkan dyst í gjár, og onkran nýggjan í endapælshøpi.

Umframt hetta verður okkurt av prátunum úr Unity leikhøllini, sum varð gjørt í gjárkvøldið, at hoyra og kanska onkur góður landsliðstónleikur eisini

[object Object]
Eftir eitt stórt kvøld vera Tormóður og Pætur til reiðar aftur av spælarahotellinum um middagsleitið lokala tíð (Mynd: Sverri Eghollm)

Myndir: Løtan eftir knúsandi sigurin

Alt er føroyskar tíðir. Fólk í Oslo kunnu lurta við frá klokkan 12 lokala tíð - til ber eisini at lurta eftir FM1 í Oslo á fm1.fo sttut eftir at sendingin er av.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder