Hondbóltur

Fjórðingsfinalan í European Cup fyribils útsett

Tað eydnaðist ikki at finna eina semju um dystin millum HC Galychanka Lviv og H71 í dag, men seinna fjórðingsfinalan í Havn næsta sunnukvøld er enn á skrá – Kvinnurnar fyrireika seg nú til heimferðina, og verða tær eftir ætlan heima aftur í morgin.

(Mynd: H71)

(Mynd: H71)

2022-02-13 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Partarnir høvdu til klokkan 13 at finna eina semju um fjórðingsfinaluna millum HC Galychanka Lviv og H71.

Dysturin skuldi upprunaliga verið spældur í Ukraina á middegi, men eftir at danska uttanríkismálaráðið boðaði frá, at danskir ríkisbrogarar áttu at fara úr landinum og samstundis frámælti øðrum at fara hartil, gjørdi H71 greitt, at tey fóru ikki um markið til Ukraina ímóti boðunum frá myndugleikunum.

Arbeitt hevur síðani verið við at finna eina loysn um, hvussu dysturin kundi avgreiðast aðrastaðni.

Fyri løtu síðani varð boðað frá, at tað ikki eydnaðist pørtunum at finna eina loysn. Royndir vóru gjørdar at fáa dystin avgreiddan í Póllandi, men hetta bar ikki á mál.

EHF tekur málið til viðgerðar aftur í morgin.

– EHF gjørdi frá byrjan greitt, at tað lá á okkum og Galychanka at finna eina loysn, so dysturin kundi spælast so ella so, og har hava vit verið opin fyri øllum møguligum loysnum, ið tó ikki hava vunnið fram. Fyrst og fremst, tí vit hildu teirra fíggjarligu krøv vera fullkomiliga órímilig, sigur H71-forkvinnan, Anna Dam, sambært heimasíðuni hjá H71.

Forkvinnan sigur, at H71 bjóðaði seg til at skipa fyri dystinum í Póllandi, og at ein høll var til taks í Varsjava seinnapartin í morgin, har dysturin kundi spælast. Men hóast H71 enntá bjóðaði sær til at skipa fyri dystinum í Póllandi, umframt at bera allan kostnaðin av tí, umframt at rinda Galychanka 20.000 krónur fyri mistar áskoðarainntøkur, var ukrainska liðið hvørki til at høgga ella stinga í.

– Eg vil siga, at vit hava strekt okkum sera langt, men hava ferð eftir ferð rent okkum fastan í teirra sera eysturevropeiska máta at tingast uppá, ið er sera bombastiskur og als ikki semjusøkjandi upp á nakran máta. Heldur ikki hava vit fingið samskift við tey beinleiðis, tí eingin av teimum tosar ella skilir enskt, so alt hevur verið eitt tungt samskifti á enskum.

Ferðalagið hjá H71 gera seg nú klárar at fara heimaftur til Føroya. Eftir ætlan er H71-ferðalagið aftur í Føroyum í morgin, og seinna fjórðingsfinalan í Høllini á Hálsi í Havn næsta sunnukvøld er enn á skrá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder