
Leeygardagin 8. mars var aðalfundur hjá Fótbóltssambandi Føroya, har tað gjørdist greitt, at Skála Ítróttarfelag skuldi hava eitt nýtt forfólk.
Hetta hongur saman við, at Jóannes Arnsteinsson Prestá í sambandi við aðalfundin varð valdur inn í starvsnevndina hjá FSF.
Sí eisini: Jóannes Prestá og Róin Schrøter valdir í starvsnenvdina hjá FSF
Sí eisini: - Nýggju fólkini í FSF vilja koma við nýggjum hugsanum
Jóannes hevur verið formaður tvey tey seinastu árini. Tað er púra vanligt at ikki vera í bæði nevnd hjá einum felagi og í starvsnevnd hjá FSF, so harvið takkaði hann fyri seg á nevndarfundi í gjár.
Har tók ein samd nevnd undir við, at danin Jakob Lind Jakobsen tekur við sum nýggur formaður í felagnum. Jakob hevur sitið í nevndini hjá Skála Ítróttarfelag síðani oktober mánaða í fjør.
- Jakob er uppvaksin í Kliplev í Suðurjútlandi. Ein lítil býur, sum liggur tætt við Aabrenaa. Seinastu árini hevur Jakob starvast sum handilsleiðari í Skálanum á Skála. Hann hevur stóran áhuga fyri nærsamfelagnum og sær fram til at arbeiða fyri menningini av Skála Ítróttarfelag, skrivar felagið um nýggja formann sín, sum tekur við beinanvgin.
GG: Undirritaði er svágur fráfarandi formannin, Jóannes Prestá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald