Fótbóltur

Jóannes Prestá og Róin Schrøter valdir í starvsnevndina hjá FSF

Skála-formaðurin fekk flest atkvøður, og royndi hvalbingurin næstflest í ógvuliga tætta valinum við Fríðin Ziskason. Róin er afturvaldur, meðan Jóannes er spildurnýggjur í hesum høpi.

35-ára gamli Jóannes Arnsteinsson Prestá skal fyri fyrstu ferð inn í Fótbóltssamband Føroya og verður millum tey yngstu í starvsnevndini

35-ára gamli Jóannes Arnsteinsson Prestá skal fyri fyrstu ferð inn í Fótbóltssamband Føroya og verður millum tey yngstu í starvsnevndini

2025-03-08 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sólrun Hendriksson Sørensen hevði fingið sessin áðrenn vegna viðtøkurnar um, at minst ein kvinna skal inn í starvsnevndini, um ein kvinna stillar upp.

Sí eisini: Sólrun Hendriksdóttir Sørensen triðja kvinnan í starvsnevndini

Afturat 41 ára-gomlu kvinnuni verður Jóannes Arnsteinsson Prestá nýggjur í starvsnevndini. 

Hetta er greitt eftir eitt ógvuliga tætt starvsnevndarval á Hotel Hilton seinnapartin.

Jóannes fekk 21 av teimum 57 atkvøðunum, Róin Schrøter fekk 19 atkvøður og Fríðin Ziskason 17 atkvøður.

Róin og Fríðin hava sitið í starvsnevndini. Nú er greitt, at hvalbingurin, sum seinastu árini hevur verið næstforseti og formaður í kappingarnevndini, sleppur at halda fram. Fríðin Ziskason gjørdist júst ov stuttur eftir drúgva tænastu.

[object Object]
Róin Schrøter hevur verið í Fótbóltssambandinum leingi. Hann er í løtuni varaforseti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóannes Prestá er 35-ára gamal og hevur seinastu tvey árini verið formaður hjá Skála Ítróttarfelag. Hetta kann hann ikki halda fram við nú. Annars hevur skálamaðurin verið nógv virkin sum hondbóltsspælari og er til dagliga kreditleiðari í Norðoya Sparikassa.

Limirnir eru valdir fyri fýra ár.

Harvið sær starvsnevndin í FSF soleiðis út:
Christian Fríðbjartur Andreasen, forseti (Afturvaldur í dag)
Róin Schrøter, varaforseti og nevndarlimur (Afturvaldur í dag)
Jóannes Arnsteinsson Prestá, nevndarlimur (Valdur í dag)
Sólrun Hendriksson Sørensen, nevndarlimur (Valdur í dag)
Anja Rein, nevndarlimur (Vald í 2023)
Maria Jóhannusardóttir Joensen (Vald í 2023)
Heri á Rógvi, nevndarlimur (Vald í 2023)

Sí eisini: Chritstian Andreasen afturvaldur sum FSF-forseti

Meira av Hotel Hilton seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder