Fótbóltur

Christian Andreasen afturvaldur sum FSF-forseti

Hetta við stórum meiriluta. 65-ára gamli toftamaðurin heldur harvið fram næstu fýra árini, og hetta verður hansara seinasta skeið.

Christian Andreasen fer nú undir sítt 16. ár í sessinum (Savnsmynd)

Christian Andreasen fer nú undir sítt 16. ár í sessinum (Savnsmynd)

2025-03-08 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2010 tók hann við sum FSF-forseti, og nú hann er 65-ára gamal er Christian Fríðbjartur Andreasen afturvaldur fyri fýra ár.

Hetta er greitt eftir atkvøðugreiðsluna, sum júst hevur verið á Hotel Hilton.

Mótvalevni John Eystberg fekk bert tríggjar av teimum 34 tøku atkvøðunum. 17 feløg eru, og harvið atkvøddi eitt felag blankt. 

Christian Andreasen fekk 29 atkvøður og er harvið valdur við stórum meiriluta.

Man verður valdur fyri fýra ár, og sambært forsetanum sjálvum verður hetta hansara seinasta skeið. Hann verður 69-ára gamal, tá skeiðið er av í 2029. Aldursmarkið fyri sessin er 70 ár, so tað er hóskandi staðfesti ein fegin forseti.

Nú verður val um starvsnevndina, har Fríðin Ziskason, Jóannes Prestá og Róin Schrøter kappast um tvey pláss. Súsanna Hendriksdóttir Sørensen er nýggj í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandinum.

Sí eisini: Sólrun Hendriksdóttir Sørensen triðja kvinnan í starvsnevndini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder