Tað eru gingnir tveir mánaðir síðani seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League vórðu leiktir. Nú er aftur tíð til Champions League-fótbólt, men nú er bert helmingurin av liðunum eftir, og tað er nú, at tað veruliga gerst spennandi.
Tveir dystir verða leiktir í kvøld, men tað er bert tann eini, ið hevur fingið fokus í altjóða miðlum. Tað er uppgerðin á Old Trafford, har PSG er á vitjan. Franska ríkmannafelagið hevur sett nøsina upp ímóti at fara allan vegin í Champions League, og liðið vann sín trupla bólk frammanfyri Liverpool, Napoli og Reyðu Stjørnu. PSG er tó hart rakt av skaðum. Superstjørnan Neymar er úti, áleyparin Edinson Cavani fekk ein skaða í vikuskiftinum, Rabiot manglar á miðvøllinum, og fasti høgri bakkurin Thomas Meunier, er darvaður av heilaskjálvta. Góðu tíðindini hjá Thomas Tuchel eru, at Marco Veratti allarhelst er tøkur aftur.
Hjá United hevur so at siga eingin slingur verið í valsinum, síðani Ole Gunnar Solskjær og Mike Phelan komu innaftur í felagið í desember. Tìggju sigrar og ein javnleikur í ellivu dystum er úrtøkan. Men nú kemur ein sera stór avbjóðing. Hóast PSG er skert, so er liðið sterkt, og tað er lagt upp til ein ógvuliga spennandi dyst á Old Trafford.
Manchester United var sanniliga ikki favorittur, tá ið lutakastið hevði verið í desember, men liðið hjá Solskjær er nú favorittur hjá veddingarfyritøkunum og hjá fleiri viðmerkjarum. Frá United-leguni hava útsagnirnar verið fyltar við sjálvsálitið.
Í hinum dystinum í kvøld er Porto á vitjan hjá Roma. Italienska felagið var í hálvfinalunum í fjør, og er favorittur at koma víðari úr áttandapartsfinaluni, hóast liðið ikki er eins sterkt sum í fjør.
Champions League áttandapartsfinalurnar - fyrru dystirnir
Kl.20.00: Manchester United - PSG (TV3 + og Viaplay)
AS Roma - FC Porto (TV3 Sport og Viaplay)
Fótbóltur
Formsterkt United ímóti skerdum PSG-liðið
Champions League byrjar endliga aftur, og lagt verður út við einum sonnum braki.
Nógv í álopskenda spælinum hjá PSG á Old Trafford í kvøld, hongur á Kylian Mbappé (Mynd: EPA)
2019-02-12 16:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald