Fótbóltur

Føroya besti fótbóltstippari skal finnast á Sona

Hvørt umfar fer at bera til at tippa um dystir í Betri deildini hjá monnum.

2019-03-07 22:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein flogferð fyri tvey til New York á virði 25.000 krónur stendur upp á spæl, nú skipað verður fyri tippikapping á appini Sona í sambandi við, at Betri Deildin hjá monnum fer av bakkastokki.

Sunnudagin 10. mars verður 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum leikt, og loksins kunnu vit aftur gleðast um at síggja menn sum Adrian Justinussen, Klæmint Andrasson Olsen og Árna Frederiksberg á einum fótbóltsvølli nærum hvørt vikuskifti.

Á appini Sona er tippikapping sparkað í gongd, har tað ber til at tippa hvørt umfar í Betri Deildini hjá monnum. Tipparin, sum hevur tippað flestar dystir rætt, tá 27. og síðsta umfar er leikt í oktober, strýkur avstað við høvuðsvinninginum, sum er ein flogferð fyri tvey til New York á virði 25.000 krónur.

Harumframt fer Sona at burturluta vinningar, eftir at hvørt umfar er leikt. Hepnu vinnararnir av hesum vinningunum verða funnir í lutakasti millum øll, sum tippa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder