Fótbóltur

Føroya besti tippari skal finnast á Sona

Aftur í ár skipar Sona fyri tippikapping.

Eyðstein Poulsen vann í fjør (Mynd: Sona)

Eyðstein Poulsen vann í fjør (Mynd: Sona)

2020-02-27 21:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 8. mars rullar bólturin aftur í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum, og aftur í ár skipar Sona fyri tippikapping á appini.

Føroya besti tippari vinnur eina flogferð til New York – virði 25.000 krónur. Í fjør streyk Eyðstein Poulsen avstað við heitinum sum Føroya besti tippari, tá ið hann fekk 102 stig út av 135 møguligum stigum. Eyðstein var í harðari kapping, tí heili 3.300 fólk tippaðu, og spenningurin var í hásæti heilt til 27. og seinasta umfar.

Umframt høvuðsvinningin, sum Føroya besti tippari vinnur, burturlutar Sona vinningar eftir hvørt umfar, og hesir vinnararnir verða funnir í lutakasti millum øll, sum tippa. Tað ber til at lesa meira um tippikappingina á Sona appini ella á Facebook-síðuni hjá Sona.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder