Annað

Føroya fyrsta íðkaranevnd er vald

Edna Maria Debes, Gunnva Jacobsen, Hávard Vatnhamar, Petur Sigurð Johannesen og Torkil Veyhe skulu umboða sjónarmiðini hjá øllum íðkarum í Føroyum. Hartil skal nýggja nevndin takast við uppá ráð í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum, skrivar ÍSF.

Torkil Veyhe, her á Oyggjaleikunum, er ein av teimum fimm, ið eru í nýggju íðkaranevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Torkil Veyhe, her á Oyggjaleikunum, er ein av teimum fimm, ið eru í nýggju íðkaranevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-16 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyskur ítróttur hevur nú á fyrsta sinni fingið eina íðkaranevnd. Ítróttarsamband Føroya hevur tikið stig til hetta, eftir at tað var samtykt á aðalfundinum í fjør, at Føroyar skuldu liva upp til krøvini frá IOC um eina íðkaranevnd, soleiðis at tey íðkandi, ið eru seriøs og vilja náa langt, fáa eina rødd, har avgerðirnar verða tiknar.

Hjá ÍSF fegnast tey um undirtøkuna til hetta fyrsta valið, har ellivu fólk stillaðu upp. Krøvini til tey uppstillaðu vóru, at tey innanfyri seinastu 6 árini skulu hava luttikið í altjóða vaksnamannakappingum – til dømis HM, EM, NM ella Oyggjaleikum, tá tey vóru 18 ár ella eldri. Hetta sama er galdandi fyri tey, sum skulu velja. Valið varð liðugt í gjár, og greitt er, at fimm fólk eru í nýggju nevndini: 

Hávard Vatnhamar (Parasport Føroyar), Edna Maria Debes (Frælsur Ítróttur Føroya), Gunnva Jacobsen (Badmintonsamband Føroya), Torkil Veyhe (Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon) og Petur Sigurð Johannesen (Judo Føroyar)

- Sambært reglunum skal nevndin hava javnstøðu, umframt at ein limur skal vera frá Parasport. Forfólkið tekur sæti í starvsnevndini hjá ÍSF og fer tí at vera við til at mynda ÍSF frameftir. Nevndin  skipar seg á fyrsta fundinum.

[object Object]

Føroyska íðkaranevndin (Mynd: ÍSF)

Hóast limirnir í nývaldu nevndini øll hava íðkað ávísar ítróttargreinar, skulu tey í Íðkaranevndini umboða øll íðkandi og allar ítróttargreinar her á landi.

Valskeiðið er vanliga fýra ár, tó at val annaðhvørt ár, so at hvørji tvey ár eru ávikavist tveir og tríggir nevndarlimir fyri vali. Hendan fyrsta íðkaranevndin situr tó til á heysti 2023, eftir næstu oyggjaleikir, skrivsar isf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder