Tað gjørdist spennandi - alt ov spennandi - eftir steðgin í Høllini á Hálsi í kvøld, tá Føroyar og Rumenia spældu lykladyst í EM-undankappingini.
Føroyar vóru á odda við seks málum í steðginum, men rumenska sjey móti seks spælið gjørdi tað trupult fyri føroyingar eftir steðgin.
Okkara hildu tó høvdið kalt móti endanum - millum annað Hákun West av Teigum, sum skoraði ellivu mál av høgra vongi.
Samrøður og annað seinni
Undankapping til EM-endaspælið 2024
3. umfar - mikudagin 8. mars 2023
Føroyar - Rumenia 28-26 (15-9)
Støðan í bólki 4
Eysturríki 4 stig
Rumenia 2 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar 2 stig
Í morgin, hósdagin 9 mars
Ukraina - Eysturríki
Leygardagin 11. mars
Eysturríki - Ukraina
Rumenia - Føroyar
Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 5-4
15 min: 7-6
20 min: 11-8
25 min: 13-8
35 min: 18-12
40 min: 19-17
45 min: 21-20
50 min: 24-21
55 min: 26-25
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 11/12
Óli Mittún 5/6
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5/10
Tróndur Mikkelsen 3/3
Helgi Hildarson Hoydal 2/3
Leivur Mortensen 2/2
Upplegg: Elias Ellefsen á Skipagøtu 13
Bjargingar:
Nicholas Satchwell 10/24
Pauli Jacobsen 5/17
Útvísingar:
Føroyar: 4
Rumenia: 5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald