Hondbóltur

Føroyar bastu Týsklandi

Føroysku U19-menninir hava aftur gjørt tað. Føroyar spældu framúr væl part av seinna hálvleiki, vóru nær við at blaka tað burtur aftur, men vístu síðani styrki.

Niklas Gaard skoraði málið, sum stongdi dystin. Í hinum endanum nærum stongdi Sasha málið til tíðir (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Niklas Gaard skoraði málið, sum stongdi dystin. Í hinum endanum nærum stongdi Sasha málið til tíðir (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-07 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Opatija, Kroatia (Portalurin) - Føroyskur hondbóltur setur í hesum døgum aftur eina feita striku undir, at man skal rokna við sær leingi frameftir. Kroystir at vinna á stórtjóð annan dystin á rað, vunnu Føroyar 30-28 á týsku EM-bronsuvinnarunum. Harvið er ein HM-fjórðingsfinala í eygsjón.

Fyrri hálvleikur var merktur av tveimum sterkum verjum, har serliga týska verjan var ógvuliga stinn í fyrru hálvu, tá Føroyar bert skoraðu trý mál. Síðani kom betur gongd á, har Óli Mittún tók stóra ábyrgd, men har Føroyar eisini kundu skora frá fleiri plássum.

Annars var tað eisini ein sterkur tvídystur millum málverjarnar. Marc Julian Buchele í týska málinum tók pippið av føroyingum, men Aleksandar Sasha Lacok hevði nógvar stórbjargingar og var stór orsøk til føroyska sigurin.

Seinni hálvleikur byrjaði heilt øðrvísi, har liðini sum so skiftust at skora. Síðani fingu Føroyar eina løtu, har alt bara tyktiskt at eydnast, og har serliga verjan var krútsterk - eina góða løtu vóru Rókur Ziskason og Búi Poulsen mitt fyri, tí dagsins spælari, Ísak Vedelsbøl, hevði fingið tvær útvísingar. Teir gjørdu tað framúr væl saman við hinum. Týskarar vóru slett ikki við eina løtu, og tá sjey minuttir vóru eftir, var munurin sjey mál.

Síðani gekk alt galið, sum kundi ganga galið eina løtu. Føroyar skoraðu ikki, Týskland skoraði uppá alt, og tað merktist týðiliga, at Óli Mittún var úti í fýra minuttir. Hann fekk tvær býttar útvísingar. Ein annars ógvuliga eyðsýndur Óli, sum skoraði 13 mál, misti eisini bólt, sum kundi kosta sigurin, men flott mál frá Búa Djurhuus Poulsen og Niklasi Gaard kveistraðu ivan burtur.

Framúr føroyskt avrik - aftur - mongu og larmandi føroysku áskoðarnir kundu fegnast, og í morgin kann fjórðingsfinaluplássið tryggjast við sigri á Saudiarabia.

Meginumfar - Bólkur IV í Opatija

Í dag Mánadagin, 7. august
Føroyar - Týskland 30-28 (12-10)

Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 2-4
15 min: 3-6
20 min: 5-6
25 min: 9-8
30 min: 12-10
35 min: 16-14
40 min: 19-18
45 min: 23-20
50 min: 26-21
55 min: 28-24
60 min: 30-28

Føroyskir málskjúttar:

Málskjúttar: 
Óli Mittún 13 (4)
Jákup Egholm 6
Ísak Vedelsbøl 6 - Dagsins spælari
Niklas Gaard 4
Búi Djurhuus Poulsen 1


Brend skot: 16

Bjarginar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 16

Útvísingar:
Føroyar: 5
Týskland: 7

Tekniskar villur:
Føroyar: 10
Týskland: 12

18:00 Iran - Saudiarabia

Í morgin, týsdagin, 8. august
16:00 Saudiarabia - Føroyar
18:00 Týskland - Iran

Støðan í meginumfarinum:
Føroyar 2 stig *
Týskland 2 stig *
Iran 2 stig
Saudiarabia 0 stig

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder