- Hetta var ein fantastiskur arbeiðssigur, og eisini hugaligt at síggja, at tær, sum verða innskiftar, veruliga gera mun á liðnum. Eisini deiligt at síggja, at vit megna at gera arbeiðið liðugt, ið vit høvdu sett okkum fyri.
Hetta sigur Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari, við heimasíðanuna hjá FSF eftir sannførandi sigurin á Andorra í gjárkvøldið. Við honum rukku Føroyar níggju stigum í EM-undankappingini.
EM-undankapping, deild C - bólkur B
Sætta og seinasta umfar - Andorra La Vella 16.07
Andorra - Føroyar 0-4 (0-2)
19' Jensa Tórólvsdóttir 0-1
21' Eyðvør Klakstein 0-2
72' Ásla Johannesen 0-3
90+7' Tórunn Højgaard Joensen 0-4
Stigatalva - endaliga støðan
1. Grikkaland 16 stig
2. Montenegro 10 stig
-----------------------
3. Føroyar 9 stig
4. Andorra 0 stig
Sí eisini: Føroysku kvinnurnar vunnu aftur 4-0 á Andorra
Hesum hevur kvinnulandsliðið ikki verið nær námind í høvuðsundankapping fyrr. Tó er talan um ein øðrvísi EM-undankappingarbólk hesaferð. Undankappingin er nú býtt upp í bólkar eftir styrki; áleið sum Nations League.
Føroyar vóru í niðasta bólkinum men vunnu millum annað á hægri styrkismetta Motnengro. Hetta gjørdu føroysku kvinnurnar eisini í 2017 á heimavølli, tá talan var um fulla plátu í trimum dystum í undan-undankapping - vunnu eisini á Turkalandi og Luksemburg.
9 stig hesaferð - í seks dystum - gav 3. plássi. Bert eitt stig var upp til Montenegro á play-off plássinum. Hetta gevur møguleika at spæla um uppflyting í undankappingarskipanini.
- Samanumtikið kann sigast, at okkara kvinnur – eftir eina heldur trilvandi byrjan upp á EM-undankapingina – at enda funnu stevið, men gjørdust tíverri ov stuttar til víðari luttøku í kappingini, skrivar FSF.
Myndir: fsf.fo
Tað er greitt, at Føroyar hava tikið nøkur fet frammeftir í undankappingini. Stóri smeiturin var 2. hálveikur í Montenegro, har tað skrædnaði móti endanum (1-5). Annars vóru Føroyar væl við í báðum dystunum móti Grikkalandi, sum varð styrkismett hægst í bólkinum. Tveir púra tryggir 4-0 sigrar og serliga 2-1 sigurin á Montenegro gera, at føroysku kvinnurnar eru meira vanar at vinna, og vístu tær størri styrki.
Tað gekk ikki um ætlað í Nations League í fjør, har Føroyar einki stig fingu og bert eitt mál í seks dystum. Nú snýr tað seg um at byggja á. Tað er ikki 100 prosent víst enn, at Signe Pries Andersen heldur fram sum venjari longur enn 2024. Pætur Smith Clementsen, ítróttarstjóri í FSF, váttaði í síðstu viku fyri in.fo, at landsliðvenjarin flytir av landinum aftur við familjuni.
Vit hava avtalað at tosa aftur eina ferð í heyst. Fyrst skulu vit umrøða, um vit skulu halda fast við at ein landsliðsvenjari skal búgva í Føroyum, ella um tað finnast aðrar góðar loysnir, sigur Pætur S. Clementsen.
Næsta uppgáva hjá Føroyum er Baltic Cup venjingarkapping í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald