
Við úrslitunum í bólki L í gjár, liggja Føroyar á 3. plássi í HM-undankappingardystinum.
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í gjár, mánadagin 8. september
Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)
68' Martin Agnarsson 0-1
Kroatia - Montenegro 4-0 (1-0)
Les eisini: Seinasti hálvi tímin á Gibraltar bjargaði trimum stigum
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 6 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)
Kroatia og Kekkia kappast um 1. plássið, sum gevur beinleiðis atgongd til HM-endaspælið í 2026. Hesi bæði liðini hava tólv stig - Kroatia hevur spælt ein dyst færri og er bæði betri í mun til málúrttøku og innanhýsis.
Føroyar og Montenegro hava seks stig hvør. Bæði hava spælt fimm dystir. Síðani sigurin á júst Føroyum í 2. umfari 25. mars (1-0 við máli í yvirtíðini) hevur Montenegro ikki skorað: Úrttøkan hevur verið tvey 2-0 tap fyri Kekkia og í gjár eitt 4-0 tap í Kroatia.
Føroyar vóru ein minutt frá at vinna sær eitt stig í Montenegro í 2. umfari í undankappingini. Hesin dysturin varð spældur í mars (Myndir: Sverri Egholm)
Harvið fara Føroyar við hægri sjálvsáliti úr landsliðssteðginum. Liðið hevur eisini latið væl færri mál inn enn Montenegro og hevur verið við í dystunum móti Kroatia og Kekkia til seinasta bríksl.
Tað skal tó sigast, at føroyingar hava spælt móti Gibraltar - veikasta liðnum í bólkinum - tvær ferðir. Montenegro hevur bert spælt móti Gibraltar einaferð, og í Kroatia í gjár fekk Montenegro reytt kort stutt fyri steðgin (tá støðan var 1-0).
Dysturin á Tórsvølli um júst ein mánaða, hósdagin 9. oktober, verður lykladysturin í stríðnum um 3. plássið. Eitt pláss, sum ikki gevur nakað í sær sjálvum, men sum bæði sjálvandi fara eftir. Eyðun Klakstein staðfesti eisini eftir sigurin í gjár, at Føroyar nú fara eftir at taka stigametið fyri eina HM/EM-undankapping. Hetta er níggju.
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar: - Tað er í okkara dna'i at stríðast til tað seinasta
Atgongumerki til Føroyar - Montenegro kunnu keypast her - tríggjar dagar seinni, 12. oktober, taka Føroyar ímóti Kekkia
Sí eisini: Myndir: Gibraltar - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald