Hondbóltur

Føroyar eru styrkismettar ovast

Lutakast til EM undan-undankappingina hjá kvinnum verður fyrrapartin í morgin.

Føroysku kvinnurnar skulu fyrst í juni royna at spæla seg í høvuðsundankappingina (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroysku kvinnurnar skulu fyrst í juni royna at spæla seg í høvuðsundankappingina (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-16 19:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næsta vikuskiftið skal A-landsliðið hjá kvinnum til HM-undankapping í Minsk Hvítarusslandi, har liðið skal møta vertunum og Sveis. Talan er um útsettar dystir frá í fjør.

Les eisini: Kvinnurnar til Hvítarusslands um vikuskiftið

Í morgin, mikudagin 17. mars, verður lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum, sum Føroyar skulu luttaka í seinni í ár.

Talan er í fyrstu syftu um undan-undankapping, sum verður leikt á sama staði í viku 22, um mánaðarskiftið mai-juni. Lutakastið verður á EHF-høvuðsætinum í Wien klokkan 10.00, føroyska tíð, og verður stroymt á facebook- og youtube-síðuni hjá EHF, boðar Hondbóltssamband Føroya frá.

Liðini eru styrkismett í 4 løg, har Føroyar er styrkismett ovast. Leikt verður í trimum bólkum, har vinnarin í hvørjum bólki kemur víðari til undankappingina, har hægri styrkismettu liðini bíða. Lutakast verður eisini um, hvør skal hýsa hvørjum bólkaspæli.

Pottur 1: Føroyar, Portugal, Grikkaland
Pottur 2: Italia, Kosovo, Ísrael
Pottur 3: Finnland, Luksemborg, Bosnia Hersegovina
Pottur 4: Kýpros, Lettland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder