Annað

Føroyar fáa stuðul til einastandandi, slóðbrótandi vatnítróttarstøð

Eitt kappróðrarfelag í Suðuroy er, saman við Tvøroyrar kommunu og Lokale og Anlægsfonden, farin at menna fyrstu vatnítróttarstøð í Føroyum. Støðin skal gera føroyingar varugar við frítíðarítriv við strendur og hav, og seinasta játtanin, áljóðandi 3,8 milliónir, er júst latin, fyri at verkætlanin kann fremjast í verki í 2021.

2021-03-08 10:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fýra einfaldar skipsbingjur á Tvøroyri, innast á 7 kilometralanga Trongisvágsfirði, eru tað, sum í dag eru umstøðurnar hjá kappróðrinum á staðnum. Her verður útgerð til hondsmíðaðu róðrarbátarnar goymd, og ungu limirnir í róðrarfelagnum hava sett eina gamla sofu í ta einu bingjuna, so at okkurt sosialt stað er at hittast í eftir venjingarnar.

Men framyvir fer virksemið á fjørðinum og í róðrarfelagnum á Tvøroyri at vera øðrvísi. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag (FSR) og føroyingar annars, kunnu gleða seg til eitt nýtt og umfatandi stað til kappróður og við einastandandi møguleikum at royna alt slag av vatnítrótti - frá sjósvimjing, kajakkum, vetrarsvimjing og sauna, kaving, brimfjalum og “stand-up paddle”.

Fólkatalið í Føroyum stendur í vøkstri, nýggj sløg av vatnítrótti vinna fram, og siðvenjan við tjóðarítróttini kappróðri er framvegis sterk. Felagshúsið, sum upprunaliga legði lunnar undir FSR liggur í einum øki, sum í dag er farið til ídnaðarvirksemi.

Tí er FSR saman við Tvøroyrar Kommunu og Lokale og Anlægsfonden farin at menna Føroya fyrstu, fjølbroyttu vatnítróttarstøð “Fjørður”.

Linn Mohr Augustinussen, formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag sigur:

– Felagið varð stovnað her á Tvøroyri í 1934. Í botn og grund eru vit eitt vanligt róðrarfelag, men vit síggja stórar møguleikar í at koma við øðrum virksemi. Vit hava nýliga smíðað nýggjar bátar til okkara dreingja- og gentumanningar, men av og á kann tað vera torført at fáa eina heila manning - nógv eru, sum fara til størru býirnar at lesa, veðurlagið er harðført, og tann krevjandi róðrarvenjingin fer vanliga fram eina avmarkaða tíð av árinum, so okkum tørvar annað virksemi í tryggum umstøðum.

[object Object]

Jakob Færch, menningarráðgevari hjá Lokale og Anlægsfonden sigur:

– Tað er ein einastandandi og víðfevnd støð, sum nú fyri fyrstu ferð gevur føroyingum atgongd til øll sløg av vatnítrótti. Fjørdur gevur lív og drívmegi og savnar kreftirnar og áhugan fyri havinum undir eini lon, í einum kørmum, sum eggja til at menna virksemi. Støðin bæði stuðlar upp undir og lærir okkum at menna og nýta havið aktivt í Føroyum - í longdini kann tað væl hugsast at, at fleiri støðir verða við føroyskar firðir og strendur.

– Sum fyrrverandi rógvari og formaður í FSR, venjari hjá bátum sum hava vunnið føroyameistaraheitið fleiri ár upp í slag, og sum bórgarstjóri í góð 18 ár, er tað mær ein serstøk gleði at takka fyri tað gevandi samstarvið, sum vit í kommununi og FSR sum felag hava havt við LOA-grunnin. Vit fáa ein rógvimiðdepil – eina minni útgávu av “Bagsværd”og eina miðstøð fyri alla vatnítrótt, sum kann roynast í tí fantastisku náttúruni, sum er í og kring Trongisvágsfjørð. Ungdómurin í býnum fer í framtíðini at fáa góð høvi at luttaka í og betra seg í øllum sløgum av vatnítróitt, og vit vóna, at tað verður við til at gera býin meiri spennandi at venda aftur til, eftir lokna útbúgving, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyar kommunu.

Tvøroyrar kommuna er tann størsta av teimum sjey kommunum á oynni og stuðlar verkætlanini við fígging og rakstri framyvir. FSR vera fastir brúkarar í húsinum og bjóða kappróður sum ítriv og á hægri støði, til børn, ung og eldri. Tiltøk verða sett í verk fyri aðrar vatnítróttir og ítróttar- og útilívslinjurnar, í skúlanum á Tvøroyri, fara eisini at nýta støðina. Gongufólk og fjallasúkklarar, sum nýta fjøllini nær húsunum, fara eisini at nýta støðina.

[object Object]

Verkætlanin brýtur slóð fyri meiri rørslu við strendurnar og á havinum kring Føroyar
Húsini fara at liggja einans 10 metrar frá sjónum. Ein breið uttandurða trappa fer at lætta um hjá sjósvimjarum, vetrarsvimjarum, teimum sum standa á “stand-up paddle” og árabátum at leggja at. Ein sauna í fjøruni, fyri 20-25 fólk, fer at gera tað lokkandi alt árið, í tí hørðu náttúruni við góðum útsýni til fjørð og fjøll í hitanum.

Høvuðsbygningurin verður í trimum hæddum við skiftingar- og brúsurúmum til bæði kvinnur og menn, vesi til førleikaskerd, stór goymslurúm har rúm verður fyri árabátum, havkajakkum, SUP-fjølum, kaviútgerð, verkstaði, náttúrurannsóknarútgerð, súkklu- og gonguútgerð.

[object Object]

Tað ber til at nýta árabátar, vera sosialur, nýta tekøkin í húsinum, nýta lestrarumhvørvið og fundarhøli, at útbyggja sína útivenjing við rørslu- og venjingarøkinum við ergometri og amboðum til styrkivenjingar.

Eitt 180-stig panoramaútsýni móti fjørðinum verður eisini dómaratorn, har tað sæst út yvir 2000 metra kappróðramálini, sum byrja við felagshúsið. Í gerandisdegnum verður tornið uppihaldsstað hjá ungum, har tað verður møguligt at fara eitt sindur burturfrá.

Meiri um verkætlanina
Verkætlanina hevur arkitekturin Kurt Jensen teknað. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag er byggiharri og mennir verkætlanina í tøttum samstarvi við Tvøroyrar kommunum, sum stuðlar verkætlanini við 6,5 milliónum. Lokale og Anlægsfonden stuðla verkætlanini við 3,8 milliónum.

Ein umfatandi, landsfevnandi kanning av frítíðarlívinum í Føroyum, verður almannakunngjørd í 2021. Lokale og Anlægsfonden fer at nýta kanningina, til at skerpa sítt verk framyvir, sum eisini fer at síggjast á www.loa-fonden.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder