Fótbóltur

Føroyar fingu fyrsta stigið síðani í fyrsta umfari

Føroyska A-landsliðið endaði árið við frálíkum avriki í Albania, har tað endaði við málleysum javnleiki móti bólkavinnarunum.

Tað eydnaðist heldur ikki hjá Føroyum at skora í kvøld, men nógv annað eydnaðist heilt væl í Tirana, har føroyska liði ðsjálvdan var undir stórum trýsti (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist heldur ikki hjá Føroyum at skora í kvøld, men nógv annað eydnaðist heilt væl í Tirana, har føroyska liði ðsjálvdan var undir stórum trýsti (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-20 21:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tirana, Albania (Portalurin) - Føroyar órógvaðu albansku fólkaveitsluna. Fýrverk og annað hevur verið eftir síðsta bríksl nú, men lagið á albansku áskoðarunum var ikki gott gjøgnum 2. hálvleik, har Albania bert hevði ein stóran málmøguleika.

Liðið hjá Håkani Ericson hevði lagt støði í fyrra hálvleiki. Dirivið til at leggja trýst og hava bótltn var hægri enn í fleiri dystum. Hóast Føroyar ikki skaptu so nógv samanlagt, so var talan um fleiri støður enn í flest øðrum dystum í ár - tær strídddu/spældu Føroyar seg væl til.

Les meira um fyrra hálvleik her: Oddaliðið í bólkinum megnar lítið og einki móti Føroyum

Bárður á Reynatrøð kom inn fyri skadda Mattias Lamhauge í 33. minutti, og leirvíkingurin hevði eina stórbjarging beint fyri steðgin. Neyðugt var tó ikki hjá Víkinga-málverjanum at gera nakað serliga bjarging eftir steðign, har føroyska verjuspælið eisini var sterkt. 

Føroyar hildu málið reint fyri fyrstu ferð í 2023, og talan er um besta úrslitið á útivølli síðani í Grikkalandi í november 2014. Hóast eitt neiligt ár á ymsan hátt, og øðrvísi fyritreytir enn til aðrar útidystir - har mótsstøðuliði er komið til eitt endaspæl -  kann hetta avrikið vera gott grundarlag til Nations League í 2024. Fleiri einstaklingaavrik vóru ógvuliga góð, og samlaða avrikið var tað besta hjá Føroyum í hesum árinum.

[object Object]

[object Object]
René Shaki Joensen var frálíkur á sentrala miðvøllinum 

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson stóð seg eisini heilt væl sum fremsti maður 

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

EM-undankapping bólkur E - síðsta umfar
Air Albania leikvøllurin, 20. november

Albania - Føroyar 0-0 (0-0)

Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge (34' Bárður á Reynatrøð) - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalið, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen (63' Sølvi Vatnhamar) - Jóan Símun Edmundsson (86' Pætur Petersen)

Venjari: Håkan Ericson

Áskoðaratal: 22,500

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder