Tirana, Albania (Portalurin) - Føroyska liðið er komið nógv betur út til hendan seinasta dystin í ár, í mun til undanfarnu dystir. Ein annar vilji valdar, og framfýsni er: Við bóltinum og í høga trýstinum.
Fyriuttan seinastu støðuna fyri steðgin, har Bárður á Reynatrøð stórbjargaði, hevur Albania ikki havt ein veruligan málmøguleika. Bárður kom á vøllin eftir 33 minuttir, tí Mattias Lamhauge fekk knæskaða í samanbresti við áleypara fyrr í dystinum - tá var rangsstøða, men flaggið var ikki komið upp.
Føroyar hava nøkur skot, men tað manglar tann seinasti neyvleikin, fyri at tað blívur heilt vandamikið. Bæði í opnum spæli, í deyðbóltum og í mótálopum hevur tað verið rímiliga nær viðr, at okkara hava komu støðu til at leggja seg á odda. Í "úttrykkinum" hevur føroyska avrikið verið sterkari enn í allarflestu hálvleikum í ár.
Nú eru tólv hálvleikir síðani síðsta málið. Tað kom móti júst Albania á Tórsvølli í juni. Tá kom ikki stig í hús - tað seinasta kom í fyrsta dystinum í ár, sum var í Moldova. Tað er tó higartil ymikst, ið bendir á, at Føroyar kunnu fáa eitt flott stig móti EM-luttakarunum.
Albania - Føroyar (0-0)
Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge (34' Bárður á Reynatrøð) - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalið, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald