Fótbóltur

Føroyar fingu ikki eitt bein til jørðina móti Fraklandi

Dýru stjørnurnar glógvaðu í regninum við Djúpurmýru og skoraðu seks ferðir. Føroyar brendu brotsspark, tá støðan var 2-0.

2025-10-10 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar høvdu undan kvøldsins dysti í Klaksvík vunnið allar sínar tríggjar dystir í undankappingini til EM 2027. Men nú kom liðið so sanniliga niður á jørðina aftur.

Frakland hevði ikki spælt nakran dyst í kappingini áðrenn, men stóru nøvnini úr Premier League, Bundesliguni og League 1 vístu so sanniliga sínar dygdir í regninum við Djúpumýru.

[object Object]
Ein Champions League-vinnari sum franskur liðformaður og nógvir spælarar, sum eru seldir fyri nógvar pengar

[object Object]
Munurin sást eisini sanniliga aftur á øllum økjum (Myndir: Sverri Egholm)

Fyriuttan brotssparkið, sum Føroyar vunnu, tá 25 minuttir vóru farnir, skaptu okkara menn einki. Áki Samuelsen misnýtti skotið úr ellivu metrum - franski málverjin bjargaði væl, tá hann skuldi.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Fleiri myndir frá dystinum her

Í hinum endanum skoraðu gestirnar seks ferðir uppá níggju skot. Teir vóru kyniskir og effektivir - í nøkrum málum kundi føroyingar gjørt fleiri smáting betri.

Eingin hevur vunnið á føroyska U21-landsliðnum við meira enn seks málum. Týskland 0-6 (2015) og Norðurmakedónia (1-7) eru hini taptini við seks málum.

Menninir hjá Ólavi Mikkelsen skulu reisa seg skjótt: Sveis, á pappírinum næststerkasta liðið í bólkinum, vitjar á Tórsvølli týskvøldið.

Meira seinni

Undankappingin til EM 2027
Fríggjadagin 10. oktober
Føroyar - Frakland 0-6 (0-3)

Sí meira um dystin her

Støðan í bólkinum
1. Føroyar 9 stig (4 dystir)
2. Sveis 4 stig (2 dystir)
3. Frakland 3 stig (1 dyst)
4. Ísland 2 stig (3 dystir)
5. Estland 2 stig (4 dystir)
6. Luksemborg 1 stig (2 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder