Fótbóltur

Føroyar fingu ikki spenning í dystin aftur - fyri tungum tapi

Ísrael økti til 3-0 tíðliga í 2. hálvleiki og hevði støður til fleiri mál, og tað gjørdist verri í yvirtíðini. Føroyska liðið byrjaði dystin væl og hevði eina fína løtu í 2. hálvleiki, men samanumtikið var munurin stórur: Ov løtt mál komu inn, og ov fáir málmøguleikar vórðu skaptir.

Aðrir bollar mugu í suppuna, um tað ikki skal gerast ljótt móti Danmark (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aðrir bollar mugu í suppuna, um tað ikki skal gerast ljótt móti Danmark (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-01 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá púra ódekkaði Munas Dabbur skoraði til 3-0 í sætta minutti í 2. hálvleiki, eftir at sera kviki og vandamikli Manor Salomon úr Shaktar Donetsk var komin til baklinjuna í samband við stutt hornaspark, var veruligur vandi fyri føroyskum skrædli. Stutt fyri hálvleik hevði Zahavi skorað fyri aðru ferð, og lítla løtu seinni gjørdi Odmar Færø stórt verjumistak, ið mundi kosta. Gunnar Nielsen bjargaði tó heilt væl, og tað gjørdi hann eisini í tveimum førum eftir 3-0 málið, eftir at føroyingar høvdu blakað bóltin ov løtt vekk/vart ov illa fyri.

Í yvirtíðini fekk málverjin, ið var liðformaður í kvøld, tó einki gjørt, tá Zahavi varð spældur fríur í brotsteignum, og so varð talan um eitt slag av eyðmýkjing á heimavølli. Ov nógv grundleggjandi mistøk vórðu gjørd, og Ísrael var bara væl omaná á so at siga øllum økjum.

Leygarkvøldið vitjar Danmark, ið vann 2-0 á Skotlandi í kvøld.

Les eisini: Revsaðir hart í fyrra hálvleiki


HM-undankapping - Bólkur F, 4. umfar
Føroyar - Ísrael 0-4 (0-2)
12' Eran Zahavi 0-1
44 'Eran Zahavi 0-2
52' Munas Dabbur 0-3
90 (+2)' Eran Zahavi 0-4

Føroyar (4-5-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen - Sølvi Vatnhamar (63' Hallur Hansson), Gunnar Vatnhamar (76' Daniel Johansen), Jákup Biskopstø Andreasen (63' Jóan Símun Edmundsson), Brandur Hendriksson Olsen (76' Tróndur Jensen), Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen (76' Heri Hjalt Mohr)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder