Føroyar løgdu lunnar undir sigurin í 1. hálvleiki við góðum høgum trýsti, sterkari skipan og tveimum málum, har serliga tað fyrra hjá Heidi Sevdal var flott.
Tað skotið fór upp í longra málhornið. Málið hjá Jensu Tórolvsdóttir endaði í hinum málhorninum - við nakað av hjálp frá málverjanum.
Tær føroysku fegnaðust um mál tvær ferðir í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Les meira um fyrra hálvleik her: Føroyar á sigurskós móti Montenegro
Seinni hálvleikur ger, at vit kunnu kalla hetta ein veruligan arbeiðssigur. Føroyska liðið gav ikki nógv burtur, og ferð eftir ferð ruddaðu miðverjarnir, Tórunn Højgaard Joensen, Birita Ryan og Sunniva Willemoes væl burtur. Ein støða gjørdist heilt vandamikil, men Valborg Østerø hevði eina stórbjarging.
Føroyar hóttu innímillum, har serliga Ásla Johannesen var vandamikil í sínum nýggja leikluti sum áleypari. Piteå-yrkisspælarin og liðskiparin stríddist fyrimyndarliga og skapti nakrar støður. Størsta møguleikan hevði Petra Hoydal úr AaB, tá eyðsýnda Fridrikka Klementsen spældi hana fría. Málverjin hjá Montenegro bjargaði tó væl.
Sum heild ein uppiborin og flottur sigur móti oddaliðnum í bólkinum. Montenegro vann 5-1 í Montenegro í apríl og 9-0 í Nations League í fjør. Hetta var tó nakað heilt annað, ið Føroyar vístu. Montenegro liggur 28 pláss frammanfyri á FIFA-styrkislistanum, og føroyska unga liðið hevur seks stig undan seinasta dystinum, ið verður í Andorra.
EM-undankapping, deild C - bólkur B
5. umfar á Tórsvølli 12.07
Føroyar - Montenegro 2-1 (2-1)
19' Heidi Sevdal 1-0
22' Armisa Kuc 1-1
32' Jensa Tórolvsdóttir 2-1
Føroyar (5-3-2/3-5-2): Valborg Østerø - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Sunniva Willemoes og Lea Lisberg - Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Fridrikka Clementsen - Heidi Sevdal, Ásla Johannesen (L)
Hesar komu inni í 2. hálvleiki: Petra Hoydal, Rúna Jacobsen, Julia Naomi Mortensen og Anna Brændstrup
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald