Fótbóltur

Føroyar hava tryggjað plássið í deildini

Vandin at fara niður í veikastu deildina í Nations League er av eftir úrslitini í kvøld. Føroyar kunnu ístaðin enda við at spæla um uppflyting til næststerkastu deildina.

Tað hevur verið tætt millum Lettland, Armenia og Føroyar. Eftir føroyska sigurin í Yerevan hava Føroyar slitið seg leysar og latið hini bæði eftir at stríðast um at sleppa undan aftasta plássinum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Tað hevur verið tætt millum Lettland, Armenia og Føroyar. Eftir føroyska sigurin í Yerevan hava Føroyar slitið seg leysar og latið hini bæði eftir at stríðast um at sleppa undan aftasta plássinum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2024-11-14 22:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yerevan, Armenia (Portalurin): Føroyar fóru til Armenia í niðurflytingarvanda, men í morgin, fríggjadagin, fer føroyska manslandsliðið til Norðurmakedónia við tryggjaðum plássi í bólkinum, umframt dreyminum um play-off pláss til B-bólkin.

Føroyar vunnu stríðssigur í Armenia, og Lettland tapti 1-0 í Norðurmakedónia. Lettar og armenar spæla móti hvørjum øðrum sunnudagin, og harvið kunnu bæði ikki yvirhála Føroyar - sjálvt um føroyingar tapa í Skopje í síðsta umfari.

Støðan í bólkinum undan seinasta umfari:
1. Norðurmakedónia 13 stig 
2. Føroyar 6 stig *
----------------------
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig **

*Liðið, ið endar á hesum plássinum, skal spæla um uppflyting til B-bólkin
** Liðið, ið endar á hesum plássinum, endar niðast ella skal spæla um niðurflyting

[object Object]Armenar liggja nú niðanfyri Føroyum í bólkinum 

[object Object]Føroyingar kunnu fegnast um eitt gott úrslit á útivølli, sum hevur gjørt stóran mun í bólkinum (Myndir: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)

Niðasta plássi hevur við sær play-off dyst ella beinleiðis niðurflyting til deild D, sum er niðasta deildin í Nations League.

Tað er ógvuliga umráðandi fyri Føroyar ikki at enda í deild D, og nú er greitt, at tað ikki hendir. Í Nations League 2020, fyrstu undankappingini hjá Håkani Ericson og toymi, spældu Føroyar seg upp í deild C. Fyri tveimum árum síðani eydnaðist at halda sær í deildini við 8 stigum.

Um heilt væl vil til sunnudagin, so skulu føroysku menninir í mars spæla um uppflyting til næstovasta bólkin, Deild D. Har eru millum annað Kekkia, Noreg, Eysturríki og Ongland í løtuni.

Hetta gerst veruleiki, um Føroyar vinna á Norðurmakedónia. Annars ber tað til við javnleiki - ella tapi - um úrslitið í Lettlandi hóskar væl til Føroyar.

Føroyska ferðalagið fer víðari til Skopje í morgin. Portalurin verður við á ferðini

Dagført: 00.52






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder