Hondbóltur

Føroyar hava vunnið helmingin av heimadystunum seinastu trý árini

Undir Peter Bredsdorff-Larsen - sìðani januar 2022 - hava føroysku menninir spælt níggju almennar dystir á Hálsi og vunnið seks av teimum.

18-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu í sigrinum á Kekkia í apríl 2021. Hesin dysturin á Hálsi gjørdist eitt slag av gjøgnumbroti hjá føroyingum í A-landsliðhøpi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

18-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu í sigrinum á Kekkia í apríl 2021. Hesin dysturin á Hálsi gjørdist eitt slag av gjøgnumbroti hjá føroyingum í A-landsliðhøpi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-07 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimadysturin og útgangsstøðið eftir hann er ógvuliga umráðandi. Hetta eru venjarar og spælarar hjá Føroyum samdir í. 

Sí eisini: 
Bredsdorff: - Skulu helst vinna heimadystin
Teis: - Tað er fantastiskt at koma heim til hetta
Pauli: - Royni at venja meg við verndarbrillurnar
Elias: - Eg spæli í morgin

Tað er samanlagdi vinnarin av teimum báðum play-off dystunum hesa vikuna, sum kemur til HM-endaspælið næsta ár. Útivøllurin í Skopje verður eitt ógvuliga torført stað at vitja - við millum annað stórum trýsti frá áskoðarunum.

Høllin á Hálsi kann tó eisini nakað. Hagtølini, sum síggjast á hsf.fo, vísa, at síðani Føroyar aftur regluliga sluppu at spæla í egna høvuðsstaði í 2021, hevur tað sum heild gingið væl.

Í 2021 eydnaðist at basa Kekkia, og eftir at Peter Bredsdorff-Larsen seinni tað árið tók yvir, hava Føroyar vunnið seks ferðir av níggju á Hálsi.

[object Object]
Stórur føroyskur fagnaður eftir smala, men søguliga og flotta sigurin á Kekkia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Hákun og hinir vóru greitt omaná, tá Ukraina vitjaði til lagnudyst í apríl í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tað var eitt mál á muni, tá liðini hittust í somu hølli í 2021 - sigurin í fjør var stórur hjá Teis Horn Rasmussen, Peturi Krogh og hinum, og tryggjaði hann í roynd og veru EM-plássið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tveir teir seinastu dystirnir vóru gamaní venjingardystir, men annars vóru tað tveir sigrar í HM-undankapping í 2022 (Italia og Lettland), sum sendu Føroyar víðari, umframt tveir avgerandi sigrar í EM-undankappingini í fjør - Rumenia og Ukraina.

Av nevndu londunum eru Kekkia og Rumenia helst eitt vet sterkari enn Norðurmakedónia, men hetta verður ein trupul uppgáva. Greitt ringasta úrslitið á Hálsi seinastu árini var fimm-máls tapið fyri Luksemborg. Hetta var í fyrsta dystinum hjá Bredsdorff.

Síðani er nógv hent, og Føroyar spæla sum oftast tættar dystir her. Dysturin í morgin verður tann næstseinasti hjá manslandsliðnum, áðrenn man flytir seg til spildurnýggju høllina við Tjarnir í Hoyvík.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder