Á IHF-kongressini, sum hevur verið í Kairo seinastu dagarnar, vóru Føroyar í gjár heiðraðar við IHF President´s Development Award.
Virðislønin verður latin fyri serligar tænastu, menning og útbreiðslu av hondbólti í egnum landi og/ella kring allan heimin.
Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya, umboðar Føroyar á kongressini og tók ímóti virðislønini, skrivar HSF.
IHF grundgav soleiðis fyri at Føroyar skuldu fáa heiðurin:
– Føroyar eru minsta tjóðin í mun til fólkatal, sum nakrantíð hevur vunnið heiðursmerki í einum HM-endaspæli, nú tey endaðu á triðja plássi í U21 HM-endaspælinum hjá monnum í ár.
– Tey hildu fram at mennast, eftir tær gjørdust nummar sjey í U21-endaspælinum í 2023 og nummar átta í U19-HM-endaspælinum í 2023.
– Teirra kvinnulandslið var við í HM-endaspælinum hjá kvinnum í ár fyri fyrstu ferð nakrantíð.
– Lið úr Føroyum draga altíð nógvar áskoðarar at sær til ymisk tiltøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald