
Seinastu úrslitini benda á tað, og stóra veddingarfyritøkan Bet365 hevur nú sett odds á dystin í U20-endaspælinum, sum verður bríkslaður í gongd klokkan 19.30 í annaðkvøld.
Mett verður, at Føroyar eru í favorittleiklutinum, og odds 1,45 er ein rímiliga greiður favorittur.
Hinvegin gevur italskur sigur 3,30 og ein javnleikur eftir 60 minuttir peningin níggju ferðir aftur.
Í hesum EM-endaspælinum hevur Italia vunnið á Montengro og Íslandi, spælt javnt móti Kroatia og tapt fyri Serbia og Týsklandi.
Tá A-landsliðini hittust í Føroyum í januar vunnu Føroyar, við millum øðrum Hákuni West av Teigum, Paula Jacobsen og Paula Mittún á liðnum, við einum máli.
Kringvarpið vísir dystin í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald