Fótbóltur

Føroyar koma í bólk við trimum ella fýra øðrum londum

Lutakastið til HM-undankappingina verður stutt fyri middag í morgin, fríggjadagin. Skipanin er nakað øðrvísi enn áður.

Tað er ikki vist, at Føroyar fáa eitt land sum Moldova - úr niðasta styrkisbólki - í bólkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki vist, at Føroyar fáa eitt land sum Moldova - úr niðasta styrkisbólki - í bólkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-12 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks bólkar við fimm liðum og seks bólkar við tólv liðum. Soleiðis fer undankappingin hjá UEFA til HM-endaspælið 2026 at síggja út.

Orsøkin til broytingina er serliga Nations League 2024-2025, sum hevur play-off dystir síðst í mars og finalur í juni.

Harvið verður tað á tann hátt, at 1. umfar í bólkunum við fýra liðum verður í september 2025, meðan størri bólkarnir byrja síðst í mars 2025.

Tað merkir, at Føroyar møguliga av álvara skulu í gongd aftur um tríggjar og ein hálvan mánaða ella hava umleið níggju mánaðir til næsta kappingardyst.

Um Føroyar enda í einum bólki við fýra liðnum, so verður man lægst styrkismettur í tí bólkinum. Tað er 50-50 møguleiki fyri tí ella at fáa eitt av hesum liðunum afturat sær: Moldova, Malta, Andorra, Gibraltar, Liktinstein og San Marino.

Undan lutakastinum í morgin er greitt, at Føroyar og Ísland, ið annars eru í hvør sínum styrkisbólki, ikki kunnu enda í bólki saman. Hetta er vegna ásetingina hjá UEFA um, at hvørki Reykjavík ella Tórshavn kunnu hýsa dystum í mars ella november vegna veðurviðurskifti.

Her eru styrkisbólkarnir:

Styrkisbólkur 1:
Frakland
Spania
Ongland
Portugal
Niðurlond
Belgia
Italia
Týskland
Kroatia
Sveis
Danmark
Eysturríki

Styrkisbólkur 2:
Ukraina
Svøríki
Turkaland
Wales
Ungarn
Serbia
Pólland
Rumenia
Grikkaland
Slovakia
Kekkia
Noreg

Styrkisbólkur 3:
Skotland
Slovenia
Írland
Albania
Norðurmakedónia
Georgia
Finnland
Ísland *
NorðurÍrland
Montenegro
Bosnia & Hersegovina
Ísrael

Styrkisbólkur 4
Bulgaria
Luksembourg
Hvítarussland
Kosovo
Armenia
Kasakstan
Aserbadjan
Estland
Kýpros
Føroyar
Lettland
Litava

Styrkisbólkur 5 **
Moldova
Malta
Andorra
Gibraltar
Liktinstein
San Marino

* Kann ikki enda í sama bólk sum Føroyar
** Seks bólkar verða við liðum úr hesum styrkisbólkinum - annars verða liðini úr styrkisbólki 4 lægst styrkismett í sínum bólki

Lutakastið til evropeisku undankappingini til HM 2026 verður í morgin, fríggjadagin 13. desember, klokkan 11 føroyska tíð. Til ber at stroyma á heimasíðuni hjá UEFA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder