Fótbóltur

Føroyar møguliga vertir til HM 2027

Saman við hinum Norðurlondum, fyrireikar føroyska fótbóltssambandið seg nú til at bjóða uppá HM í kvinnufótbólti um átta ár.

BBC hevði hesa myndina av Tórsvølli til teirra grein um møguliga norðulendska vertsskapi
(Mynd: BBC)

BBC hevði hesa myndina av Tórsvølli til teirra grein um møguliga norðulendska vertsskapi (Mynd: BBC)

2019-02-23 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ymiskir miðlar vóru í gjár tíðindini um, at Norðurlond ynskja at gerast vertir fyri HM-endaspælinum í kvinnufótbólti í 2027. M.a hevði BBC søguna, og hevði Tórsvølli sum høvuðsmynd til greinina. Í greinuni stendur millum annað, at tey seks fótbóltssambondini í Norðurlondum hittust í hesum mánaðinum, og formaðurin í norska fótbóltssambandinum,  Terje Svendsen, sigur við bretsku heimasíðuna, at londini hava gott samstarv. 

Les greinina her

Heimasíðan hjá FSF váttar í dag, at norðurlendsku fótbóltssambondini ynskja í felag at verða vertir fyri HM kappingina hjá kvinnum í 2027, har fyrsti partur av verkætlanini skal staðfesta, hvørjir býir og leikvallir kunnu verða vertir fyri kappingini. 

Fótbóltssamabndið skrivar víðar, at í meira enn eitt ár hava tey norðurlendsku fótbóltssambondini kanna møguleikan, og nú byrja ítøkiligu fyrireikingarnar til verkætlanina, sum verður kallað Visjón 2027. Nú skal greiða fáast á, hvørjir av norðurlendsku leikvallunum lúka treytirnar hjá FIFA til HM fyri kvinnur. Møguleikin fyri at Føroyar gerast partur av hesum er góður, tí umframt sjálvar dystirnar er ein hópur av øðrum tiltøkum knýtt at eini slíkari HM kapping, og tí er sannlíkt, at øll seks Norðurlond verða virkin partur av verkætlanini. FiFA er opið fyri, at fleiri lond hýsa endaspælinum.

Formaðurin í Fótbóltssamandi Føroyar sigur soleiðis um verkætlanina: 

- At hýsa eina av stóru endakappingunum hevur leingi verið eitt ynski millum norðurlendsku fótbólssambondini. Vit ynskja at geva áskoðarunum møguleikan at síggja heimsins bestu lið á vøllinum í teirra nærumhvørvi. Kvinnufótbóltur hevur havt fremstu raðfesting hjá okkum seinastu árini, og tí er eisini nattúrligt, at tað verður HM kappingin fyri kvinnur, roynt verður eftir, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Málsetningurin at fáa eina stóra altjóða kapping til Norðurlond bleiv staðfestur á fundi millum fótbóltssambondini í seinastu viku. Arbeiðsbólkurin, sum er settur til verkætlanina, fer nú víðari at arbeiða fyri, at londini kunnu gerast vertir fyri HM kappingini hjá kvinnum í 2027. Talan er um eina undanverkætlan, har møguleikarnir at hýsa HM fyri kvinnur í 2020 verða kannaðir. 

HM verður í Fraklandi í summar. í 2023 verður tað uttanfyri Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder