Í august 2022 vunnu Føroyar 29-26 á Fraklandi í U18 EM-endaspælinum. Millum tey mongu stóru hondbóltsúrslitini seinastu árini, stendur hetta sum eitt av teimum fremstu.
Hóast liðini ikki høvdu møguleika at koma víðari úr bólkinum tá, so er tað ein sannroynd, at Frakland er ein av teimum heilt stóru hondbóltstjóðunum. Nú standa 04- og 05 árgangirnir hjá Føroyum og Fraklandi aftur yvirfyri hvørjum øðrum.
Eftir sigurin á Fraklandi fyri tveimum árum síðani (Mynd: EHF)
Fyri 23 mánaðum síðani skoraði Óli Mittún 13 mál. Síðani hevur hoyvíkingurin ment seg nógv í IK Sävehof, og um Føroyar aftur skulu hava eitt stórt úrslit móti fraklendingum, so er tað neyðugt, at nummar 78 aftur spælir heilt væl.
Størsti profilurin á U20-liðnum hjá Føroyum skoraði átta mál, legði upp til átta og varð kosin til dagsins spælara í smala sigrinum á Sveis í gjár. Óli brendi tó eisini tíggju skot, og hóast 1. hálvleikur var ein heilt góður álopshálvleikur, so noyðist samanlagda avrikið hjá Føroyum at vera betri móti Fraklandi.
Fraklendingar vóru væl við í 1. hálvleiki móti evropa- og heimsmeistarunum Spania í gjár, men mistu takið í 2. hálvleiki. Spania vann við seks málum.
Úrslitini í 1. umfari í bólkaspælinum merkir, at Frakland er kroyst at vinna móti Føroyum fyri at hava møguleika at koma víðari. Tað noyðast okkara helst eisini. Um Føroyar fáa eitt ella tvey stig í dag, so liggur tað væl fyri, í mun til at tryggja sær 3. plássið. Hetta kannn vera nóg mikið til at sleppa at spæla um HM-pláss til næsta ár.
U20 EM-endaspæl, 2. umfar í bólkaspælinum
Celje, Slovenia - Hósdagin 11.07
15.40: Føroyar – Frakland
Dysturin kann stroymast HER. Tað kostar 8 evrur fyri hvønn dyst ella 30 euro -224 krónur - fyri allar hjá Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald