Hondbóltur

Føroyar skulu spæla EM-endaspæl í Póllandi, Kekkia ella Rumenia

Kvinnurnar eru í tí triðja av fýra styrkisbólkum. Lutakastið er á skránni hósdagin 16. apríl klokkan 17.

Montenegro vann aftur greitt á Føroyum í gjár, og tað er eitt av tveimum liðum, sum vit helst skulu sleppa undan úr styrkisbólki tvey (Mynd: Sverri Egholm)

Montenegro vann aftur greitt á Føroyum í gjár, og tað er eitt av tveimum liðum, sum vit helst skulu sleppa undan úr styrkisbólki tvey (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-13 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku kom triðja endaspælspláss á rað hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti í hús. Í tann mun, merkti tapið í Montenegro í gjár einki.

Sí eisini: Montenegro minti á langa vegin til tindin

Bjarta Johansen: - Deiligt at enda tá landsliðið ikki hevur verið í betri støðu áður

Tað var so at siga greitt áðrenn, at Føroyar fóru at enda í styrkisbólki trý til EM-endalutakastið. Hetta er bygt á hesa undankappingina men eisini úrslit seinastu fýra árini

Hesir styrkisbólkarnir (pottarnir) eru nú endaligir og almennir:

Pottur 1: Noreg, Danmark, Ungarn, Frakland, Svøríki, Niðurlond
Pottur 2: Týskland, Montenegro, Pólland, Rumenia, Spania, Kekkia
Pottur 3: Turkaland, Slovakia, Slovenia, Sveis, Eysturríki, Føroyar 
Pottur 4: Kroatia, Serbia, Ísland, Norður Makedónia, Ukraina, Grikkaland

Til sjálva undankappingina og til EM-endaspælið í 2024 vóru Føroyar í niðasta styrkisbólki: Framgongdin sæst.

Har eru nøkur sterk lið, men sum heild eru nakrir spennandi møguleikar í lutakastinum - serluga um man sleppir undan Týsklandi og Montenegro úr øðrum styrkisbólki.

Tað, at Føroyar eru í triðja styrkisbólki ger eisini, at man ikki kann fáa tvey av teimum fimm vertstjóðunum í desember: Slovakia og Turkaland.

Hinvegin eru møguleikarnir Kekkia (Brno), Pólland (Katowice) og Rumenia (Cluj-Napoca ella Oradea). Vertstjóðir eru staðsettar í hesar býirnar áðrenn - fyriutta Oradea (Ungarn), sum er á ungarska markinum, og sum Ungarn er knýtt at.

Til ber at lesa meira um lutakastið á eurohandball.com

Lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum 2026 verður hósdagin 16. apríl klokkan 17 føroyska tíð. Hetta í pólska býnum Katowice, har føroyska U21-landsliðið vann HM-bronsu síðsta summar. Til ber at stroyma

EM verður avgreitt í desember: í døgunum 3. - 20. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder