Hondbóltur

Føroyar skulu spæla ímóti Finnlandi og Ísrael - verður helst á heimavølli

Føroysku kvinnurnar hava á papprínum góðan møguleika at spæla seg víðari til høvuðsundankappingina til EM. Undan-undankappingin verður 4-6 juni.

Sum tað sær út, verður møguleiki at stuðla føroysku kvinnunum í royndini at koma til EM-undankappingina í Føroyum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Sum tað sær út, verður møguleiki at stuðla føroysku kvinnunum í royndini at koma til EM-undankappingina í Føroyum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-03-17 11:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til undan-undankappingina til EM hjá kvinnum var fyri løtu síðani í Wien. Tað háttaði seg á hendan hátt:

Bólkabýtið sær soleiðis út:
Bólkur A: Portugal, Kosovo, Luksemborg, Kýpros
Bólkur B: Grikkaland, Italia, Bosnia Hersegovina, Lettland
Bólkur C: Føroyar, Ísrael, Finnland

Føroyar vóru í ovasta styrkisbólkinum og fingu Ísrael úr strykislagi tvey, ið helst er tað veikasta liðið, ið var har. Finnland og Føroyar skulu eisini dystast, og tann besti parturin av lutakastinum kom til seinast, har tað gjørdist greitt, at hægst styrkismettu liðini fáa fyrsta rætt at hýsa dystunum.

Hetta kann gerast ein stórur fyrimunur fyri Føroyar. Hondbóltssambandið fer helst  at taka av hesum møguleikanum, og um so er, so vitja Ísrael og Finnland fyrsta vikuskifti í juni. Um føroysku kvinnurnar verða sterkast tá, so fáa tær møguleikan  at spæla í høvuðsundankappingini, sum fer í gongd í heyst.

Áðrenn EM so er ein uppgáva í HM-undankappingini á skránni. Hon verður nú í vikuskiftinum, har spælast skal ímóti Hvítarusslandi og Sveis.

Les eisini: Kvinnurnar til Hvítarusslands um vikuskiftið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder