2019-10-06 14:48
Seinnapartin klokkan 17 skulu Føroyar møta Íslandi í EM-flogbóltskappingini fyri smálond.
Ísland er favorittur at vinna, men allar súðir eru ikki suftar enn, sigur Flogbóltssambandið.
Fríggjakvøldið vunnu Føroyar 3-0 á Grønlandi, og í gjár taptu teir móti Skotlandi. Skal Føroyar vinna kappingina krevst ein 3-0 sigur móti Íslandi í dag.
Les eisini: Skotar vóru omaná í Høllini á Hálsi
Vinna Føroyar 3-1, verða tað stigini, ið verða avgerandi, og tá kann alt fara ymsar vegir. Ein sigur á 3-2 ella tap gevur Íslandi meistaraheitið.
Í løtuni spælir Grønland móti Skotlandi.
Dysturin millum Føroyar og Ísland kann stroymast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald