Annað

Skotar vóru omaná í Høllini á Hálsi

Føroysku leikararnir stríddust væl, men fingu ikki heilt sítt spæl at koyra eins og skotar ið vunnu 3-1.

Føroyar taptu annan dystin í EM fyri smálond (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar taptu annan dystin í EM fyri smálond (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-05 21:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vunnu Føroyar tryggan 3-0 sigur á Grønlandi. Skotland tapti 3-1 í teprum settum fyri Íslandi. Í kvøld vóru tað tó skotar, ið sigraðu í Høllini á Hálsi.

Eftir eina góða byrjan uppá 1. sett fingu føroyingarnir eina sera ringa løtu við nógvum taptum bóltum. Eftir hetta runnu okkara aftaná næstan alt fyrsta sett og fingu ikki heilt sett álopini upp - ikki nóg væl til at vinna. Tað eydnaðist ikki at koma undir liðuna ella framumm Skotland, hóast tað leikaði javnt á. Liðini skiftust leingi um at vinna bólatarnar: Tað liðið sum ikki servaði vann bóltin.

Myndin var tann sama miðskeiðis í 2. setti, men nú var munurin 1-2 stig fleiri, og Skotland kom á odda 2-0.

[object Object]
Steffan Rosenlund Olsen vann Føroyum nógvar bóltar við sínum sløgum í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm) 

Triðja sett var ein veruligur gysari. Jóan Petur á Stongum helt fram við góðu móttøkunum, og Steffan Rosenlund Olsen var veruliga komin í gongd við sínum góðu sløgum, ið skotar høvdu sera ilt við at fáa fatur á. Hvørgan av liðunum vildi geva seg, og skotar hildu fram at sláa væl. Tað endaði tó við, at Føroyar dróu longra stríðið í einum frálíkum setti, har 10 eykabóltar vóru neyðugur.

Stóri innsatsurin gjørdi tó tíverri ikki mun í samanlagda úrsltinum. Í 4. setti megnaðu føroyingar ikki at gera tað spennandi fyrren seinastu løtuna. Eftir at Skotland hevði eina rímiliga trygga leiðslu komu Føroyar á 19-21, men tíverri vóru skotar sterkari seinastu bóltarnir. Talan var um eitt skoskt lið, ið var á nógv hægri støði enn tað grønlendska, ið Føroyar hittu í gjár.

Nú krevst ein 3-0 sigur á Íslandi í morgin fyri at vinna kappingina; ein 3-1 sigur ger, at Føroyar, Skotland og Ísland helst gerast púra jøvn í stigum og settum.   


EM fyri Smálond
5. oktober - Høllin á Hálsi

Føroyar - Skotland 1-3
22-25, 20-25, 30-28, 22-5

Ísland - Grønland 3-0


Sunnudagin 6. oktober
Kl. 14.00 Grønland - Skotland | Livestream Youtube
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland | Livestream: https://kvf.fo/live/2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder