Annað

Føroyar spæla fjórðingsfinalu móti Íslandi í morgin

U16-landsliðið við gentum hevur møguleikan at spæla seg í hálvfinaluna á heimavølli.

Føroysku genturnar skulu royna at røkka hálvfinaluni í morgin
(Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku genturnar skulu royna at røkka hálvfinaluni í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-04 22:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta vikuskifti er EM-undankapping fyri í flogbólti U16 gentur í Føroyum. Stórhøllin á Hálsi er karmur um dystirnar.

Í gjár vóru innleiðandi dystirnir. Føroyar vunnu á Írlandi og tapti fyri Danmark og endaðu tí sum nummar tvey í bólkinum. Harvið skal føroyska liðið spæla móti Íslandi, ið endaði aftast í hinum bólkinum, í morgin. Um Føroyar vinna verður hálvfinala seinni um dagin móti favorittunum í kappingini, Finnlandi. 

Leygardagur 5. januar: 

Fjórðingsfinalur: 

10:00 Svøríki - Írland
12:30 Føroyar - Ísland

Hálvfinalur: 

15:00 Danmark - vinnarin av Svøríki - Írlandi
17:30 Finnland - vinnarin av Føroyar - Íslandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder