Hondbóltur

Føroyar spæla fyrsta dystin móti Sveis - enda móti Slovania

Fríggjakvøldið 16. januar verður stórt føroyskt kvøld í Oslo-útryðuni. Tveir dagar seinni er Svartfjallaland á skránni, og seinasti bólkaspælsdysturin verður 20. januar móti Slovenia.

Óli Mittún í dystinum móti Slovenia í endaspælinum í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm

Óli Mittún í dystinum móti Slovenia í endaspælinum í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm

2025-05-15 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í kvøld var lutakastið til bólkaspælið í EM-endaspælinum hjá monnum næsta ár. Nú er greitt, hvussu dystarskráin hjá Føroyum í Unity leikhøllini í Bærum sær út:

[object Object]

Sí eisini: Føroyar fingu eitt fínt EM-lutakast

Tað vil siga, at vit spæla soleiðis í bólki D: 
Fríggjakvøldið 16. januar 2026: Føroyar - Sveis
Sunnukvøldið 18. januar 2026: Svartfjallaland (Montenegro) - Føroyar
Týskvøldið 20. januar 2026: Slovenia - Føroyar

Hetta kann vísa seg at gerast ein góð rekkjufylgja: Føroyar eru styrkismettar hægri enn Sveis og Montenegro - harvið  Tvey lið koma víðari, og millum annað Julian Johansen - viðmerkjari og fyrrvernadi hjálparvenjari hevur góðar vónir.

- Samanumtikið skulu vit vera nøgd við lutakastið. Í potti 1 og 3 fingu vit veikastu liðini. Í potti 4 var okkurt lið veikari enn Sveits, men har er ikki stórur munur á. Slovenia er hægst styrkismett í okkara bólki og hevur í dag fingið eitt kanón lutakast; so tá teir eru glaðir sum 1’arir mugu vit eisini vera glaðir sum 2’arir. Summi vænta at Føroyar kunnu spæla seg víðari til millum rundina; tað vænti eg eisini, sigur Julian Johansen við Portalin.

Allir dystirnir í bólk D verða spældir í Unity leikhøllini í Oslo-útryðuni. Hon tekur 8.500 áskoðarar til slíkar dystir - møguliga talið kann trýstast upp ímóti 9.000 til EM. Roknað verður við at nakað yvir 5.000 føroyingar vera til hesar dystirnar, og harvið verður tað á ymsan hátt sum at spæla á heimavølli hjá Føroyum. Hetta kann merkja nakað, staðfestir Tróndur Mikkelsen.

- Bólkurin er uttan iva torførur, men við einari sterkari føroyskari áskoðarafjøld í rygginum í Oslo hava vit allar møguleikar at gera vart við okkum. Vit hava sæð tað fyrr – tá stuðulin er har, og liðið trýr uppá tað, so ber væl til, sigur bakspælarin við Portalin.

Si eisini: Við sterkari føroyskari áskoðarafjøld hava vit allar møguleikar

[object Object]
Teis Horn Rasmussen hevur júst skorað í dystinum móti Slovenia í Berlin í 2024 - har gjørdu teir umleið 5.000 føroysku áskoðararnir eisini stóran mun

Um tað eydnast at enda í topp-tvey, so er meginumfar á skránni í Malmö. Har verä fýra dystir, har man helst rennur seg í lond sum Svøríki, Kroatia og Ísland. Ógvuliga truplar uppgávur men hendan "síðan av endspælinum" er ikki eins sterk sum hin. Har verður meginumfarið mest sannlíkt: Danmark, Týskland, Spania, Frakland, Noreg og Portugal.

Dagført: 21.16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder