Í 2031 verða oyggjaleikirnir aftur í Føroyum. Hetta hevur leiðslan í Ítróttasambandi Føroya fingið at vita frá altjóða oyggjaleikanevndini í dag.
Annars skuldi avgerðin um vertskapin ikki takast fyrr enn um trý ár, men í dag hava Føroyar fingið at vita, at hinar oyggjarnar, ið vóru áhugaðar í vertsskapinum í 2031 hava trekt sínar umsóknir aftur, og tí eru bert formalitetir eftir.
Hetta upplýsti Elin H. Joensen, ÍSF-forseti fyri Kringvarpinum fyrr í dag.
Føroyar hava leingi havt ynski um at hýsa oyggjaleikunum aftur. Føroyar hava bert hýst oyggjaleikunum eina ferðir, tað vóru teir triðju leikirnir í 1989.
Ein roynd var gjørt at hýsa leikunum aftur í 2019, men Føroyar trektu seg aftur, og sum skilst, var tað ikki so væl móttikið av hinum limunum í oyggjaleikafelagsskapinum. Tað var upp á tal at fáa leikirnar í 29, men tað varð slept aftur, og nú verður tað í í 2031 ístaðin.
Komandi oyggjaleikir í 2025 verða á Orknoyggjum.
Sambært ÍSF-forsetanum verður nú beinanvegin farið undir fyrireikingararbeiðið til leikirnar í 2031. Fyrsta avgerðin, ið skal takast er, hvørjar ítróttagreinar skulu vera, og her lovar Elin H. Joensen at allar oyggjaleikagreinirnar, sum føroyingar íðka, verða við. Í ár eru ítróttagreinar sum fimleikur, judo og flogbóltur við sviðusoð. Flogbóltur og fimleikur vóru heldur ikki við seinast, á Gibraltar 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald