
Reykjavík, Ísland (Portalurin): Framúrskarandi føroyska ítróttarvikan heldur fram.
Ísland er styrkismett næsthægst í hesum EM-undanbólkinum, Føroyar niðast. Ongantíð høvdu Føroyar koppað Íslandi í kappingardysti á A-landsliðsstigi.
Men unga føroyska liðið er í gongd við at skriva fleiri kapittlar. Tær byrjaðu ógvuliga væl í Reyjavík - serliga í verjuni - og eftir at Ísland hevði etið seg inn til 11-11 í steðginum, vóru tað tær hjá Føroyum, sum hildu høvdið meira kalt eftir steðgin.
Fleiri flott mál vóru, og grundarlagið var ágangandi og sterka verjan. Lív Bentsdóttir Zachariassen avloysti Brynju Høj á frálíkan hátt undir liðuni á Pernille Brandenborg, og tað sást, hvussu týðandi Súna Krossteig Hansen er fyri liðið.
Eisini kunnu støður sum tveir fangaðir bóltar og eitt kaldligt mál hjá Rannvu Olsen, trygg brotskøst hjá Halsdóttir Weyhe-systrunum og ikki minst: Tríggjar stórbjargingar hjá 18-ára gomlu Gyltu Djurhuus á Neystabø nevnast.
Jana Mittún gekk á odda við sjey málum og øðrum og sum heild var talan um eitt sterkt liðavrik í Reykjavík.
Føroyar hava nú fyrimun í bólkinum - leygarkvøldið klokkan 19 kemur Montenegro á vitjan við Tjarnir.
Meira úr Reykjavík seinni
1. umfar í undankappingini til EM
Í dag, mikudagin 15. oktober
Ísland - Føroyar 22-24 (11-11)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald