Hondbóltur

Føroyar vunnu eftir javnan dyst í Japan

Føroyska liðið var serliga omaná seint í 1. hálvleiki og eftir steðgin í Tokyo í einum dysti, sum var merktur av, at tað er 1. juli, og at nógvar útskiftingar vóru gjørdar.

Rói Ellefsen á Skipagøtu byrjaði inni í Tokyo, har Føroyar vunnu við einum máli í einum heldur serstøkum venjingardysti (Savnsmynd: Sverri Egholm - frá U21 HM-dysti móti júst Japan í fjør)

Rói Ellefsen á Skipagøtu byrjaði inni í Tokyo, har Føroyar vunnu við einum máli í einum heldur serstøkum venjingardysti (Savnsmynd: Sverri Egholm - frá U21 HM-dysti móti júst Japan í fjør)

2024-07-01 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var um ein heldur órýtmiskan venjingardyst í Tokyo. Antonio Carlos Ortega hevur fyri kortum savnað japanska liðið, sum nú fyrireikar seg til OL í París. Í hesum sambandi vildu japanar hava tveir venjingardystir móti Føroyum á skrá. Føroyska spælið var í dag merkt av, at nógvir ikki hava spælt dyst í nógvar vikur - fleiri ikki síðani landsdystirnar í mai - og at nógvar broytingar vórðu gjørdar gjøgnum dystin.

Føroyar byrjaðu á hendan hátt: 
Pauli Jacobsen – Allan Norðberg, Vilhelm Poulsen, Peter Krogh (verju - Pauli Mittún í álopinum), Teis Horn Rasmussen, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Leivur Mortensen

Størsta partin av fyrra hálvleiki koyrdi álopsspælið ikki væl. Ov nógvar tekniskar villur vóru, og ágangandi japanska verjuspælið órógvaði. Talið av heilt stórum brendum møguleikum (3) var eisini við at gera, at Føroyar ikki vóru frammanfyri við meira enn einum í steðginum. Eina løtu var Japan á veg avstað eisini.

Ímóti endanum av hálvleikinum gekst betri, og restina av dystinum - tá Føroyar vóru fullmannaðar - var so at siga eingin trupulleiki við at spæla seg til fríar málmøguleikar. Hyggjuráðini vóru serliga 7 ímóti 6. Í byrjanini av 2. hálvleiki vóru tað bert fleiri bjargingar frá japanska málverjanum - og nøkur ivasom føroysk skot - ið gjørdu, at munurin ikki gjørdist størri.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði ikki inni, men eftir at hann fór at spæla meira, fleyt føroyska spælið betri. Eisini gjørdi nummar 71 í løtum góðan mun sum "eitt'ari" (Savnsmynd: Sverri Egholm - frá U21 HM-dystinum millum Føroyar og Japan í fjør)

Tað hjálpti eyðsæð væl, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu kom á vøllin nakað áðrenn steðgin. Hann stjórnaði væl føroyska yvirtalsspælinum, og Ortega - ið eisini er venjari hjá Barcelona - staðfesti eftir dystin, at Føroyar vóru omaná í yvirtals- og undirtalsspæli, og at hetta var stóri munurin.

Elias endaði sum føroyskur toppskjútti við sjey málum, men Allan Norðberg vísti seg væl fram á høgra vongi við seks málum uppá sjey skot. Strandingurin úr Vali var við aftur á landsliðnum - tað var Rói Berg Hansen hinumegin eisini. Hann segði í síðsta mánaði Portalinum frá, hvussu hann hevur stríðst við millum annað strongd í ár. Rói spældi 2. hálvleik, og júst vengurnir fingu heilt fitt av plássi í dag. Bjarni í Selvindi og Jónas Gunnarsson Djurhuus spældi sínari fyrstu landsliðsminuttir í eina tíð og fingu hvør sítt mál.

Føroyska verjan fekk í løtum í 2. hálvleik veruliga bilbukt við japanska álopsspælið. Hetta við 5-1 verju, har Elias á Skipagøtu var fremstur og órógvaði. Hann fiskaði nakrar bóltar, har so Føroyar revsaðu við kontramáli. Í fleiri førum eydnaðist eisini føroysku verjuni at órógva so mikið nógv, at japanar spældu bóltin útav ella gjørdu álopssfeil. Teir spældu skjótt - onkutíð ov skjótt til at góðskan fylgdi við.

[object Object]
Ein av teimum, sum ikki var við móti Norðurmakedónia, men sum spældi í Tokyo í dag: Rói Berg Hansen. Her undir EM-endaspælinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nicholas Satchwell hevði eisini nakrar góðar bjargingar tíðiliga í 2.hálvleiki, og eina góða løtu í 2. hálvleiki høvdu Føroyar av álvara tamarhald á, har munurin lá rímiliga støðugt um fýra mál. So fóru okkara at brenna eitt sindur, og tríggjar útvísingar innan ein minutt - millum annað til Kjartan Johansen og Elias á Skipagøtu í somu støðu - gjørdu tað meira spennandi. Sum heild vóru nakrar ivasamar dómaraavgerðir.

Vilhelm Poulsen, ið annars ikki spældi sín besta landsdyst, tók tó stóra ábyrgd í stóra undirtalinum. Hann smekkaði eitt langskot í málið, tá Føroyar vóru fýra mans í álopi, og armurin var uppi, og í verjustøðu fiskaði hann snilt ein bólt og so at siga avgjørdi dystin. Japan kom ikki á minus eitt, fyrrenn smá 10 sekund vóru eftir.

Ein heldur óruddiligir og serstakir landsdystur men ein fínur venjignardystur, har japanar gjørdu nógv burturúr rundanum dystin og bjóðaðu Føroyum av á vøllinum. Føroyska liðið, ið millum annað er uttan Óla Mittún og Hákun West av Teigum, var tó samanlagt betri, og teir flestu fingu roynt seg í rímiliga nógvar minuttir. Liðini spæla aftur mikudagin, og tá fara spælararar, ið ikki spældu so nógv í dag, helst at spæla meira. 

Venjingardystur
Tokyo, 1. juli
Japan  - Føroyar 29-30 (13-14)

Dystargongdin: 
5 min: 2-1
10 min: 5-2
15 min: 6-5
20 min: 8-6
25 min: 11-9
30 min: 13-14
35 min: 15-17
40 min: 17-20
45 min: 19-24
50 min: 22-26
55 min: 25-28
60 min: 29-30

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (4)
Allan Norðberg 7
Leivur Mortensen 3
Vilhelm Poulsen 3
Teis Horn Rasmussen 3
Kjartan Johansen 2
Rói Berg Hansen 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Jónas Gunnarsson Djurhuus 1
Bjarni í Selvindi 1

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 7 (1)
Pauli Jacobsen 4

Útvísingar:
Føroyar: 6
Japan: 4

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder