
Í næstseinasta umfari í fremstu mansdeildini, sló Víkingur við sigri á FC Suðuroy fast, at liðið úr Eysturkommunu endar á 4. plássi. B36 kann ikki fáa Víking aftur, og harvið verður talan um evropeiskan fótbólt fimta árið á rað hjá víkingunum.
Trýstið í steypafinaluni verður ikki tað at vinna sær evropeiskt pláss. Tað snýr seg ístaðin um at fáa Løgmanssteypið til Sarpugerð fyri sjeyndu ferð í søgu felagsins og harvið eisini um eina og eina hálva millión afturat í kassan.
Sølvi Vatnhamar og Víkingur skulu aftur í Evropa at spæla næsta ár. Spurningurin er, hvørjum umfari teir í ljósabláum byrja í (Mynd: Sverri Egholm)
Vinnarin av steypafinaluni í Føroyum fer eftir øllum at døma at byrja í 2. umfari í Conference League triðja árið á rað. Hetta tryggjar eina grundinntøku á slakar fýra milliónir heldur enn nakað yvir tvær milliónir fyri at spæla í kappingini.
Av tí KÍ er føroyameistari og skal spæla í Champions League næsta ár, so fer hetta Conference League-plássið til nummar tvey í landskappingini. Eftir sigurin hjá HB á NSÍ í Gundadali sunnudagin, liggur tað til HB. Eitt stig skilur liðini undan seinasta umfar.
Tað, sum er heldur serstakt, er at HB skal spæla í Sarpugerði leygardagin, samstundis sum NSÍ tekur ímóti KÍ. NSÍ skal hava stig og hava hjálp frá Víkingi – eitt stig er nóg mikið hjá runavíkingum, um HB tapir í Sarpugerði. Undir André Olsen hevur liðið tó ikki tapt í Føroyum. Nú í 20 dystum.
Sí eisini: - Tað er eitt annað lív í HB nú (Video)
Niðurflytingarstríð til tað seinasta
Liðið, sum Víkingur vann trygt á sunnudagin, liggur framvegis á 8. plássi. Tað fer at eydnast FC Suðuroy at halda sær í deildini, um liðið ikki fær eitt verri úrslit enn 07 Vestur leygardagin.
FC Suðuroy vitjar B36, og 07 Vestur tekur ímóti EB/Streymi. Felags fyri B36 og EB/Streym er, at tey einki hava at spæla fyri í seinasta umfari.
07 Vestur hevur á tí pappírinum lættari uppgávuna: Á heimavølli móti einum liði sum ikki hevur vunnið í seinnu hálvu.
07 Vestur skal stríðast fyri tað seinasta fyri at halda sær í deildini - neyðugt er at fáa minst eitt stig á seinasta leikdegi (Mynd: Sverri Egholm)
Undan kappingarárinum høvdu fá væntað, at 07 Vestur fyri fyrstu ferð í nógv ár var í vanda á seinasta leikdegi. Enn er mest sannlíkt, at suðuroyarfeløgini og uppflytararnir og suðuroyarfeløgini fara beint niður aftur, men vágamenn skulu í øllum førum hava eitt úrslit. og 07 Vestur hevur lutfalsliga dugað ov illa at vinna sær stig í ár.
FC Suðuroy hevur tað í egnum hondum undan seinasta umfari - TB skal vinna stórsigur á B68, samstundis sum FC Suðuroy tapr stórt í Gundadali, og 07 Vestur. Tað er so mikið ósannlíkt, at man við yvir 99 prosent vissu kann siga, at TB - eins og í 2021 og 2023 flytir niður.
Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Leygardagin 25. oktober
07 Vestur – EB/Streymur
B36 – FC Suðuroy
Víkingur – HB
NSÍ – KÍ
TB – B68
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald