Hondbóltur

Føroyar vunnu greitt á Grønlandi

Føroyska liðið vísti nógvar dygdir í Stórhøllini á Hálsi.

Rói Berg Hansen og føroyingarnir vóru greitt omaná í kvøld ímóti Grønlandi
(Mynd: Sverri Egholm)

Rói Berg Hansen og føroyingarnir vóru greitt omaná í kvøld ímóti Grønlandi (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-12 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Grønland hittast til tveir venjingardystir her í Føroyum í vikuskiftinum. Tann fyrri var í kvøld í Høllini á Hálsi.

Dysturin hevði týdning hjá føroyska liðnum í mun til at koma í dystarvenjing fram ímóti undankappingardystunum seinni í ár. Føroyar vildu eisini vísa, hvat liðið kann, og hetta eyndaðist sanniliga í Stórhøllini í kvøld.

Føroyska liðið legði væl út, og grønlendingar høvdu trupult við at stegða fjølbroytta álopsspælinum hjá føroyingum, har serliga Jónas G. Djurhuus gekk á odda í 1. hálvleiki. Grønlendska liðið hevði eisini sera trupult við at bróta igjøgnum føroysku verjuna fyrstu løtuna. Eftir tíggju minuttir var 8-3, og hóast grønlendska álopsspælið gjørdist nakað betri sum hálvleikurin og dysturin leið, so var allatíðina rímiliga stórur munur á máltalvuni. 

Tað tyktiskt sum um, at føroysku leikararnir komu til nógv opin skot, og Peter Krogh skoraði javnan, tá hann slapp uppfrá. Innspæl til strikuna eydnaðist væl í fleiri førum, og tað vórðu ikki nógv brend skot. Føroyska verjan við Helga Hoydal og Róki Akralíð á odda var stinn, Nicholas Satchwell hevði fleiri góðar bjarginar, og tað hevði Tórður Guttesen eisini, tá hann kom inn.

Samanumtikið eitt sera gott føroyskt gott avrik. Tað varð bygt uppá leiðsluna í 2. hálvleiki, og so at siga tað einasta neiliga var, at Áki Egilsnes noyddist út í 1. hálvleiki, tá hann traðkaði skeivt. Tað sá tó ikki so álvarsamt út hjá vestmenninginum. 

Føroyar og Grønland spæla aftur í morgin. Tað er klokkan 17.00 í Vestmanna. 


Føroyar - Grønland 37-22 (18-11)


Føroysku málskjúttarnir:
Peter Krogh 8
Jónas G. Djurhuus 7
Allan Norðberg 4
Rókur Akralíð 3
Sámal á Tjaldrafløtti 3
Ròi Berg Hansen 3
Helgi Hoydal 3
Tróndur Kragesteen 2
Rúni Vest Højgaard 1
Rógvi Dal-Christiansen 1
Áki Egilsnes 1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder