Føroyska ferðalagið kom til russiska høvuðsstaðin í gjár eftir eina langa ferð, og í morgun var venjing á skránni. Nú leggja Sonni Larsen og Dia Midjord seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Russlandi, ið verður bríkslaður í gongd klokkan 17.30, føroyska tíð
Hondbóltssamband Føroya skrivar á Faceebook-síðu sínari, at menninir nú eru til reiðar til eina krevjandi uppgávu. Kjartan Johansen hevur ein snudd at dragast við men verður vónandi klárur.
Um hugt verður eftir søguni, eftir muninum á stødd, søguni í bólkinum og eftir hvat veddingarfyritøkurnar meta, so hava Føroyar so at siga ongan møguleika í Russlandi. Men har valdar áræði og ein trúgv uppá tingini í føroyska hópinum, og tað hevur verið gjørt greitt, at okkara vilja og meta seg verða til reiðar at bjóða av ímóti teimum stóru. Ímóti Ukraina í farna mánaða var heilt nær við, og hóast tað liggja betri møguleikar í heimadystunum í vikuskiftinum - serliga móti Kekkia - so kunnu føroyingar spæla við í kvøld, um tingini fella uppá pláss.
Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki við í Russlandi - hann verður við til dystirnar móti Kekkia og Russlandi. Ístaðin er Tróndur Mikkelsen, sum skjótt skiftir til Viking Stavanger, við.
Russland er á odda í EM-undankappingarbólkinum við seks stigum fyri fýra dystir - hava spælt javnt í Kekkia og Ukraina og hava vunnið heimadystirnar. Føroyar eru aftast við ongum stigi eftir tríggjar dystir
Dysturin verður vístur í KVF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald