Hondbóltur

Elias á Skipagøtu ikki við í fyrsta dystinum

Tróndur Mikkelsen avloysir Elias á Skipagøtu í fyrsta dystinum av trimum næstu dagarnar. Tann dysturin verður leiktur í Russlandi mikudagin.

(Mynd: Álvur Haraldsen / HSF)

(Mynd: Álvur Haraldsen / HSF)

2021-04-26 22:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

A-landsliðið hjá monnum skal hesa vikuna spæla heili tríggjar EM-undandystir. Tveir móti Russlandi og ein móti Kekkia. Landsliðsvenjararnir hava tikið avgerð um, at ikki brúka Elias á Skipagøtu í fyrsta dystinum í Russlandi.

Elias er mitt í einum hørðum endaspælið um svenska meistaraheitið, og við skaðasøguni hjá Eliasi hava venjararnir mett, at tað er mest skynsamt at spara Elias í fyrsta dystinum í Russlandi. Elias verður tó við í teimum báðum seinni dystunum í Føroyum, sigur Hondbóltssambandið í fráboðan.

[object Object](Mynd: Hondbóltssambandið)

Í hansara stað hava landsliðsvenjararnir úttikið Trónd Mikkelsen, sum dagliga spælir í næstbestu donsku deildini í SUS Nyborg. Tróndur Mikkelsen skiftir til fremstu norsku deildina, til Viking Stavanger eftir summarsteðgin. Hann spældi sín fyrst a-landsdyst móti Kekkia í mars.

Føroyar spæla móti Russlandi í Moskva mikudagin 28. apríl, móti Kekkia í Havn fríggjadagin 30. apríl og í havn móti Russlandi sunnudagin 2. mai.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder