Føroyska manslandsliðið hevur spælt ein framúr góðan fyrra hálvleik í EM-undankappingardystinum á útivølli móti Montenegro.
Føroyar komu á odda í øðrum minutti, tá Helgi Hoydal skoraði upp á kvikálop, og síðan hava okkara menn havt yvirlutan í spæli. Tvær ferðir hava menninir úr Svartfjallalandi megna at komið upp á javnleik – til 4-4 og 5-5 – annars hava føroyingar ligið á odda.
Góða føroyska spælið byggir á sterka verju, har Áki Egilsnes, Rúni Højgaard, Helgi Hoydal og Rókur Akralíð standa fyri teimum stóru montenegrunum.
Í álopinum hava føroyingarnir víst gott tekniskt spæl. Fleiri mál eru komin í kvikálopum, tríggjar ferðir hava vit fingið brotskast og skorað.
Sum hálvleikurin leið bygdu føroyingarnir upp eina størri og størri leiðslu. Heili seks mál var munurin, tá eysturríksku dómararnir bríkslaðu til hálvleiks. Men tá høvdu montenegrar eitt 3 metur-kast eftir, og tað fór í netið til hálvleiksstøðuna 15-10.
Føroyskir málskorarar í fyrra hálvleiki:
Helgi Hoydal 2
Rúni V. Højgaard 1
Allan Norðberg 1
Rói Berg Hansen 3
Jónas G. Djurhuus 4(2)
Hans Eli Sigurbjørnsson 1
Niclas Selvig 3(1)
Dysturin kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald