Fótbóltur

Føroyingar skulu døma komandi heimsstjørnur

Saman við fjórða dómara úr Belgia, skulu Heini Z. Viðoy, Jørleif Djurhuus og Jógvan Klakstein døma Club Brügge og Borussia Dortmund í Youth League mikudagin 18. september.

Í ljósabláum, frá vinstru: Jógvan Breckmann, Heini Z. Viðoy og Jørleif Djurhuus. Í grønum: Kári Jóannesarson á Høvdanum. (Mynd: Sam Eaden / FAW)

Í ljósabláum, frá vinstru: Jógvan Breckmann, Heini Z. Viðoy og Jørleif Djurhuus. Í grønum: Kári Jóannesarson á Høvdanum. (Mynd: Sam Eaden / FAW)

2024-09-14 15:59 Author image
Áron Vest
placeholder

Í desember 2023 varð 27 ára gamli Heini Ziskason Viðoy boðsendur av FSF, at taka gylta FIFA-merkið á bringuna, eftir at Kári Jóannesarson á Høvdanum valdi at gevast sum altjóða dómari. Síðani tá hevur Heini dømt fimm altjóða dystir - tríggir sum høvuðsdómari og tveir sum fjórði dómari.

Nú stendur enn ein altjóða uppgáva fyri framman. Talan er um dyst millum Club Brügge og Borussia Dortmund í UEFA Youth League, ið er ein kapping fyri U19 lið. Hetta er í Belgia, á heimavøllinum hjá Club Brügge.

Við í ferðalagnum til Belgia, eru Jørleif Djurhuus og Jógvan Klakstein. 35 ára gamli hjálpardómarin av Morskranesi, Jørleif Djurhuus, gjørdi altjóða hjálpardómari - í dagligari talu nevnt FIFA-hjálpardómari - í 2023. Jógvan Klakstein er 30 ára gamal og einn eigur hann á, at bera FIFA-merkið á bringuni, hóast hansara dómarayrkisleið gongur serstakliga væl. Fjórði dómarin er úr Belgia, og hann eitur Matonga Simonini.

- Ein heilt serlig uppgáva
Tað er ongin loyna, at lið sum Club Brügge og Borussia Dortmund, hava framleitt fleiri fótbóltsspælarar í heimsklassa. 

Millum annað er Loïs Openda, ið dagliga spælir við RB Leipzig í týsku bundesliguni, fyrrverandi spælari hjá fótbóltsakademinum í Club Brügge. Amerikanski/kroatiski Christian Pulisic, ið dagliga spælir við AC Milan í italsku Seriu A, er ein av teimum, ið er uppældur í fótbóltsakademinum hjá týska stórfelagnum, Borussia Dortmund.

- Tað er nakað heilt serstakt, at døma Youth League-dyst millum tvey so stór lið. Hetta er jú helst komandi heimsstjørnur. Eg eri síggi nakað so nógv fram til uppgávuna, sigur ein smílandi Heini Ziskason Viðoy við Portalin.

[object Object]- Her er tað Jógvan Breckmann, Heini Z. Viðoy og Jørleif Djurhuus, ið fyrr í ár dømdu aðru uppgerð millum Crusaders FC úr Norður Írlandi, og Caernarfon Town FC úr Wales, í Conference League. (Mynd: Sam Eaden / FAW)

Dreymurin er at náa hægstu tindum
Tá vit spyrja Heina, hvat mál hansara við fótbóltsdøming er, er hann skjótur at svara.

- Mítt mál er at náa hægstu tindum, at koma so langt sum eg kann og at koma longri upp í dómarastøði, enn nakar annar føroyingur hevur klárað, sigur ein errin Heini Z. Viðoy.

Hvørt tað er ein Champions League finala, evropeiskt endaspæl ella landsdystur millum stórar tjóðir, er ilt at siga. Yrkisleiðin hjá unga havnamanninum er júst av álvara byrjað, og enn bíða fleiri stórar avbjóðingar honum. 

[object Object]- Her fær Jordan Forsythe at vita hvar skápið skal standa. (Mynd: Sam Eaden / FAW)

- Nógv meir enn bara teir 90+ minuttirnir á vøllinum
Italska dómaralegendan, Pierluigi Collina (gavst at døma í 2005), við tiltikna autoritera kropsmálinum, er millum annað kendur fyri sínar fyrireikingarhættir til dystir. Hann lærdi seg nøvnini á øllum spælarunum, til allar dystirnar hjá sær. Varð dysturin spældur í hita, so rann hann á rennibandi í hitakliva. Vit spyrja Heina, hvussu fyrireikingarnar hjá honum og hansara dómaratoymið eru.

- Vit lesa sjálvandi væl uppá. Vit hyggja eftir lyklaleikarum hjá liðunum báður, umframt at vit kanna, hvussu liðini í síni heild spæla fótbólt. Annars fyrireikar hvør dómari seg mentalt, tí í fótbólti er eisini týdningarmikið at vera klárur til tað mest óvæntaða, sigur 27 ára gamli FIFA-dómarin.

Heini sigur við Portalin, at hann ger altíð eina roynd at læra seg nøvnini á øllum leikarunum uttanat.

- Tað, sum flest fólk aldrin geva sær far um, er, at fótbóltsdøming er so óhugnaliga nógv meir enn bara teir 90+ minuttirnir á vøllinum. Fyrireiking, ferðing, mental orka, venjing og kostur. Tað er ikki bara hugni, tað heila. Fyrst og fremst skulu fólk minnast til, at dómarar døma fótbólt, tí teir elska spælið, leggur Heini Ziskason Viðoy afturat at enda.

[object Object]- Jógvan Breckmann og Heini Z. Viðoy í gjøllari hugsavning. (Mynd: Sam Eaden / FAW)

Heini Ziskason Viðoy er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 222 dystir sum dómari, 57 sum hjálpardómari og 45 sum fjórði dómari.


Dysturin millum Club Brügge og Borussia Dortmund í Youth League, verður spældur á The Nest leikvøllinum í Roeselare í Belgia, mikudagin 18. september klokkan 14:30 føroyska tíð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder