Hondbóltur

Føroyingar stríðast til tað síðsta um pláss í bestu norsku deildini

Bæði Kristiansand - við Tróndi Mikkelsen, Helga Hildarson Hoydal og Bjarni í Selvindi - og Follo, við Anniku Fríðheim Petersen, taptu play-off dyst nummar tvey. Kristiansand spælir avgerandi dystin 17.30.

Tróndur Mikkelsen hevur sáttmála við Kristiansand fyri næsta ár. Havnarmaðurin er komin aftur frá skaða fyri stuttum og kann fáa stóran leiklut í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tróndur Mikkelsen hevur sáttmála við Kristiansand fyri næsta ár. Havnarmaðurin er komin aftur frá skaða fyri stuttum og kann fáa stóran leiklut í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-02 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra føroyskir landsliðsspælarar í Noreg enda hesa vikuna sítt kappingarár. Spurningurin er, um tað verður sum niðurflytari ella við júst at yvirliva.

Í bestu mansdeildini endaði Kristiansand triðaftast. Harvið skuldu Tróndur Mikkelsen, Helgi Hildarson Hoydal og Bjarni í Selvindi spæla ímóti Melhus. Í fyrstu royndini gjørdist talan um tryggjan sigur, men sunnudagin gekk galið á útivølli.

Harvið skal liðið í kvøld spæla triðja og heilt avgerandi dystin fyri at bjarga plássinum. Hetta er á heimavølli, har Kristiansand er stórfavorittur, og føroysku landsliðsspælararnir skulu avgreiða uppgávuna. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.30.

Sí eisini: 
Tróndur er nú tøkur aftur
Føroyingar týðandi leiklut í norska niðurflytingarstríðnum

Tað er longu nú greitt, at Bjarni í Selvindi ikki heldur fram í felagnum - hann fer til Val í Íslandi. Helgi Hildarson Hoydal spælir helst ikki í Kristiansand næsta ár, meðan Tróndur Mikkelsen hevur sáttmála. Allir hesir savnast við landsliðnum um vikuskiftið í samband við avgerandi HM-undandystirnar móti Norðurmakedónia.

[object Object]Helgi Hildarson Hoydal kann takka fyri seg í felagnum við alt avgerandi sigri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hjá Anniku Fríðheim Petersen og Follo hevur søgan verið líknandi. Liðið úr bestu deildini vann fyrsta play-off dystin men tapti tann seinna - eisini hóast Annika Fríðheim Petersen hevði gott bjargingarprosent.

Follo spælir sunnudagin seinnapartin heilt avgerandi dystin móti Volda. Hann er á heimavølli. Sum skilst er møguleiki fyri, at hetta veðrur seinasti dystur hjá Anniku í Follo.

[object Object]Annika Fríðheim Petersen til landsliðsvenjing. Honn kann fáa týðandi leiklut sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder